Eitt barn, ein lærari, ein bók, ein blýantur kunnu broyta allan heimin
- Malala Yousafzai
local.fo

News in English

Innlendis ítróttur

FSF: - Kappingin eydnaðist sum heild sera væl, sigur Andrass Thomsen, ið saman við Christinu Ravnsfjall skipaði fyri fyrstu “Familjufótbóltskappingini”, ið er hildin í Føroyum.

- Tað eru onkur viðurskifti, ið kunnu gerast øðrvísi til næstu ferð, men tað er einki at ivast í, at hetta tiltak er komið fyri at verða, sigur Andrass Thomsen við heimasíðuna hjá FSF.

Børn og vaksin í øllum alduri luttóku í kappingini, ið var skipað á tann hátt, at mammur spældu móti mammum, pápar móti pápum, meðan børn kappaðust móti børnum í ymiskum aldursbólkum. Vinnarin av kappingini var tann familjan, ið hevði hægst stigatal tilsamans.

- Vit ynskja at varpa enn meir ljós á fótbóltin og stuttleikan í hesum. Og tað gera vit við at skipa fyri nøkrum eitt sindur øðrvísi fótbóltstiltøkum, sigur Christina Ravnsfjall, Grassrootssamskipari hjá FSF.

Vinnandi familjan í fyrstu kappingini gjørdist familjan Benjaminsen av Strondum, sum, umframt heiðurinum at kunna kalla seg “Føroya besta fótbóltsfamilja”, eisini vann eina ferð við Norrønu frá Smyril Line.

MYNDIR

Føroya Tele, No12, MBM og Smyril Line stuðlaðu “Familjufótbóltskappingini”.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo