Skalt tú fáa nakað stórt av skafti mást tú meira enn bara dáma títt arbeiði
- Steve Jobs
Flogvinnan

Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantsflogi, váttar tíðindini um, at Atlantsflog hevur biðið amerikonsku flogmynduleikarnar um loyvi at flúgva rutuflúgving og charterflúgving ímillum Vágar og ein av flogvøllunum í New York.

Við Kringvarpið í dag sigur hon, at tað er rætt, at Atlantsflog júst hevur søkt um loyvi at flúgva til New York, og at tað nú verður bíðað eftir svari.

- Ætlanin er at gera nakrar fáar túrar á heysti 2019 - einar 4-6 túrar, sjeynda hvønn dag, sigur Jóhanna á Bergi við Kvf.

Stjórin í Atlantic Airways heldur eisini, at tað er nakað heilt serligt at binda Vágar og New York saman beinleiðis.

Miðilin Aviator skrivaði í gjár, at donsku flogferðslumyndugleikarnir væntandi fara at bera so í bandi, at avtalan gongur báðar vegir, so at eitt amerikanskt flogfelag eisini skal sleppa at flúgva til Føroya.

Flogið verður við nýggja Airbus 320 neo-flogfarinum, sum Atlantic Airways fær næsta ár. Í flogfarinum er pláss fyri 174 ferðafólkum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo