Eg má stýra klokkuni, so hon ikki stýrir mær
- Golda Meir
local.fo

News in English

Tiltøk

Mynd: Norðlýsið

Norðlýsið: Hjáltur Poulsen frá Føroya Sjómannadegi sigur, at í dag fara teir fyri fyrstu ferð í umleið 40 ár at kasta nót á Borðoyavík, fyri at fiska til kørini hjá Føroya Sjómannadegi.

- Hetta er ein roynd at fáa framsýningina við livandi fiskum, skjeljadjórum o.ø. so áhugaverda sum gjørligt. 

- Tað hevur ikki verið kastað við nót frá landi av á Borðoyavík síðan einaferð í 1980-árunum, so vit eru sera spentir, hvussu hetta fer at roynast.

- Vit hava brúk fyri nógvari hjálp, bæði kvinnum og monnum, tí tað er tungt at draga eina stóra nót upp á land.

- Øll sum vilja hjálpa til verða biðin um at møta á kajini á Flesjum kl. 16:00. Hevur onkur møguleika at dykka og taka myndir, meðan vit kasta nót, hevði tað verið kærkomið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo