Jú svartari náttin, tess bjartari glottin
- Ludvík á Brekku
Onnur tíðindi

Privat ferðafólkaflogfør parkerað á flogvøllinum hjá sveisisku verjuni í Duebendorf í sambandi við Davos-fundin í 2016. Talið av privatflogførum til og frá fundinum er økt á hvørjum ári

Klimahóttanin stendur ovast á skránni undir WEF-fundinum í Davos.

Tilsamans 3000 politikarar og aðrir týðandi persónar savnast í Davos, millum annað Microsoft-stovnarin Bill Gates og ríkasti maðurin í Kina, Jack Ma. Fyrrverandi varaforsetin Al Gore er eisini komin at tosa um klima.

Fram til leygardagin skula luttakararnir tjakast um globalar avbjóðingar, sum sosialur ójavni og klimaavbjóðingar.

Tí er tað eitt paradoks at fleiri og fleiri av heimsins leiðandi politikarum og vinnulívsmonnum brúka privatflogfar at ferðast við, skriva útlendskir miðlar.

Felagið Air Charter Service (ACS) hevur talt flogførini síðani 2013. Í fjør vóru skrásett 1300 privatflogfør sum fluttu politikarar, handilsmenn, kongalig og onnur kend fólk. Tað var 11 prosent hægri tal enn árið fyri. Og nýtt met verður so aftur sett í ár.

Andy Christie, sum er stjóri í privatflogfara-deildini í Air Charter Service, sigur at árligi WEF-fundurin er sólaklárt tann hendingin í heiminum sum gevur flestar bíleggingar av privatflogførum, nógv fleiri enn Champions League-finalan og Super Bowl.

Og onkur sum lendur á flogvøllinum í Zürich, tveir-tríggjar tímar frá Davos, brúkar so tyrlu til tess at koma víðari til fjallabýin, skrivar NRK.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo