At vera føðilandsvinur er millum annað at royna at gjalda rokningar sínar rættstundis
- úr Børkuvísum
Tiltøk

Leygardagin 27. juli verður Faroe Pride á skránni fyri 10. ferð. Kendi danski sjónvarpsverturin Hans Pilgaard setir ársins Pride, meðan Teitur, Jasmin, Marble Lost og Helgi fara at framføra. Boogie O'Kayla, ið er føroysk drag queen, verður ársins vertinna.

Ársins Pride skrúðgonga byrjar sum vanligt við Tórsvøll í Tórshavn leygardagin, 27. juli 2019, kl. 16.00, har skelti, fløgg og annað litfagurt tilfar verður býtt út til luttakararnar.

Hitað verður upp á staðnum og síðani fer skrúðgongan oman gjøgnum Hoydalsvegin, ígjøgnum miðbýin og inn á Vaglið, sum er stongt av til tiltakið. Sum vanligt fer mannamúgvan at hoyrast og síggjast aftur og á sín egna hátt seta lív og ælabogalitir á Havnina lítla ólavsøkuaftan.

Á Vaglinum verður skipað fyri stórari ókeypis konsert, har Boogie O'Kayla, ið er føroysk drag queen verður ársins vertinna, meðan Teitur, Jasmin, Helgi og Marble Lost fara at framføra.

Ársins Faroe Pride verður sett av kenda danska sjónvarpsvertinum Hans Pilgaard, sum m.a. hevur verið og er vertur fyri sjónvarpssendingarnar "Hvem vil være millionær", "Go'aften Danmark", ”Den store klassefest” og "Sæt pris på Danmark". Hans Pilgaard hevur eisini skrivað ævisøguna ”Støj og fortielser", har hann opið og erligt lýsir sítt privatlív, sína yrkisleið og lívið sum samkyndur maður. Vælumtókti sjónvarpsverturin er giftur við Jobbe Pilgaard, som eisini verður við á Faroe Pride.

Onnur tiløk á Pride

Í ár eru samstundis hálvthundrað ár liðin síðani Stonewall uppreisturin í New York, sum varð byrjanin til altjóða LGBT rørsluna, soleiðis sum vit kenna hana í dag. Árið eftir var allarfyrsta Pride skrúðgongan gingin í New York. Aftaná Pride konsertina á Vaglinum, skipar Faroe Islands International Minority Film Festival (FIMFF) tí fyri ókeypis tiltaki í Perluni, har ljós verður m.a. kastað á aljtóða LGBT søgu. Framløga um 50 ár eftir Stonewall við svensku Dagmar Brunow frá The Swedish Archive for Queer Moving Images er á skránni frá kl. 19.00, umframt at ymiskir stuttfilmar verða vístir í Perluni.

Pride Afterparty verður síðani í Sirkus. Hetta byrjar kl. 21.00 og heldur fram til kl. 04.00 um náttina. Á skránni í Sirkus verða m.a. Joe and the Shitboys og ymiskir DJs.  

Løgtingsval fyri framman

Faroe Pride er ætlað øllum føroyingum, ið ynskja eitt rúmligari og meira fjølbroytt samfelag, sum gevur pláss og javnrætt til allar sínar borgarar – sama hvørja kynsliga sannføring ella samleika, ein sjálv/ur hevur.

Túsundtals føroyingar hava tessvegna luttikið á Faroe Pride undanfarnu árini. Hesi fólk hava kravt eitt rúmligari Føroyar og javnrættindi fyri allar føroyingar, eins og størri virðurkenning fyriLGBT føroyingum og teirra avvarandi. Tað hava verið fleiri stig, sum hava borið okkum rætta leiðí Føroyum seinastu árini, men stríðið fyri fullum javnrættindum í Føroyum er langt frá komið á mál. Enn er nógv at stríðast fyri javnrættinum at frama, umframt at tørvur enn er á at verja vunnin rættindi.

LGBT Føroyar heitir tí á allar føroyingar, ið ynskja eitt fjølbroytt, javnrætt og rúmligt Føroyar um at møta fjølment upp til Faroe Pride 2019 – til gaman og álvara. Nú løgtingsval verður eftir ólavsøku, er somuleiðis talan um eitt upplagt høvi at vísa komandi politiskum valevnum hvøjar framtíðar Føroyar ein ynskir sær. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo