Eitt barn, ein lærari, ein bók, ein blýantur kunnu broyta allan heimin
- Malala Yousafzai
local.fo

News in English

Innlendis ítróttur

- Vit gleða okkum til eitt sera spennandi vikuskifti í Páls Høll, nú Norðurlendska Meistarastevnan fyri Ung verður á fyrsta sinni í Føroyum, í Páls Høll í Vági.

- Við Páls Høll hava vit í Vági fingið framúr góðar umstøður - og ein partur av ætlanini við Páls Høll var nettup at kunna taka ímóti slíkum altjóða kappingum, sum Norðurlendsku Meistarastevnuni fyri Ung, sigur Dennis Holm, borgarstjóri.

- Ítróttur sum heild - og ikki minst svimjing, hevur stóran týdning fyri okkum í Suðuroynni, og tí eru vit eisini fegin um, at vit hava fingið møguleikan at hýsa einari stórari norðurlendskari svimjistevnu, har okkara ungu svimjarar kunnu royna seg í kapping við svimjarar úr grannalondunum, og tey, sum ikki kappast, kunnu leita sær inspiratión og seta sær nýggj mál, sigur Dennis Holm.

- Fyri Vág hevur tað eisini stóran týdning, at vit ár um ár taka ímóti stórum tiltøkum. Í fjør var norðurlendska strandamentanarstevnan, Nordisk Kystkultur, í Vági, í ár Norðurlendska Meistarastevnan fyri Ung í svimjing, og hvør veit, kanska vit eisini hava eitt norðurlendskt tiltak á skrá komandi summar, sigur borgarstjórin.

- Tiltøk, sum hesi, eru við til at seta Vág og Vágs kommunu á norðurlendska kortið, og øll søgan kring Páls Høll, er jú ein framúr spennandi søga, um eitt lítið lokalsamfelag, sum hevur megnað at bygt ein 50 m. svimjihyl - og helst er hetta minsta stað í heiminum við einum 50 m. svimjihyli, og tað eru vit sjálvsagt stólt av, sigur Dennis Holm.

- Komandi dagarnir fara nógv fremmanda fólk at vitja í Vági, og eg ivist ikki í, at fólk her á leiðini - eins og vit eru von við - fara at taka væl ímóti teimum; tey vitjandi eru jú eisini eitt slag av ambassadørum, sum uttan fyri landoddarnar, fortelja sína søgu um Norðurlendsku Meistarastevnuna fyri Ung í Vági í 2017, sigur Dennis Holm, borgarstjóri.

- Eg gleði meg til eitt spennandi vikuskifti við spennandi svimjikappingum, og vóni eisini at nógv fólk fara at heppa á okkara framúr góðu svimjarar, sigur borgarstjórin at enda.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo