Tað eru tveir marknasteinar í tilveruni hjá víðskygda journalistinum. Tá ið hann varnast, at eingin er áhugaður í sannleikanum. Og tá ið hann verður vísur í, at eingin er áhugaður í sannleikanum
- Høgni Mohr
local.fo

News in English

Vinna

Feløgini í samtakinum eru JFK, Kósin og Næraberg við dótturfeløgum.

Samlaða úrslitið hjá samtakinum er munandi versnað seinastu trý árini, í 2016 var úrslitið 45 mió. kr., 23 mió. kr. í 2017 og 1 mió. kr. í 2018.

JFK:
JFK hevði í 2018 eitt rakstrarúrslit eftir skatt upp á 9 mió. kr. í mun til 18 mió. kr. í 2017. Hetta er ein afturgongd upp á 9 mió.kr.

Sølan í árinum var 263 mió. kr. í mun til 301 mió. kr. í 2017. Hetta er ein minking upp á 38 mió. kr.

Hýra og starvsfólkaútreiðslur eru minkaðar 12 mió. kr. frá 2017 til 2018.

Fiskivinnunýskipanin kom í gildi 1. januar 2018, 17% av tí kvotu, sum felagið hevur havt í Barentshavinum seinastu 90 árini bleiv tikin til uppboðssølu, sum felagið síðani hevur keypt aftur á uppboðssølu. 

Eisini minkaði TAC-ið umleið 10%. Hetta hevur havt neiliga ávirkan á úrslitið.

Kósin:
Kósin við dótturfeløgum hevði eisini eitt verri ár í 2018 enn í 2017.

Ársúrslitið gjørdist t.kr. 120 eftir skatt í mun til 3 mió. kr. í 2017. Sølan í 2018 var 237 mió. kr. Hetta er 32 mió. kr. minni enn í 2017, tá sølan var 269 mió. kr.

Starvsfólkaútreiðslurnar vóru á sama støði, íalt 73 mió. kr. bæði árini.

Næraberg:
Úrslitið hjá Nærabergi var í 2018 eitt hall upp á 9 mió. kr. eftir skatt í mun til ein vinning upp á 2 mió. kr. í 2017.

Sølan í 2018 var 277 mió. kr. í mun til 332 mió. kr. í 2017 ella ein afturgongd upp á 55 mió. kr.

Eisini manningin hevur merkt sviðan. Fallið í hýrunum gjørdist 27 mió. kr. – frá 105 mió.kr. í 2017 til 78 mió.kr. í 2018.

Orsøkin til hallið hjá Nærabergi er, at felagið í 2018 orsaka av fiskivinnunýskipanini misti 33,5% av svartkjaftakvotuni til uppboðssølu og menningarkvotu.

Svartkjaftur er høvuðsfiskaslagið hjá Nærabergi.

Harumframt miseydnaðist keypið av sild á uppboðssøluni fullkomuliga.

Samlað
Samlaða úrslitið áðrenn tilfeingis- og uppboðssølugjøld var 66 mió. kr. Tilfeingis- og uppboðssølugjaldið í árinum var 63 mió. kr., sum er farið í landskassan, meðan 3 mió. kr. vóru eftir til nýíløgur og partaeigararnar.

Samlaða úrslitið hjá samtakinum er munandi versnað seinastu trý árini, í 2016 var úrslitið 45 mió. kr., 23 mió. kr. í 2017 og 1 mió. kr. í 2018.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo