Eitt barn, ein lærari, ein bók, ein blýantur kunnu broyta allan heimin
- Malala Yousafzai
local.fo

News in English

Politikkur

Brandur Sandoy, tingmaður fyri Fólkaflokkin, ætlar í næstum at siga frá sær borgarstjórasessin í Sands kommunu.

Hetta upplýsti hann fyri Kringvarpinum í dag. 

Nývaldi tingmaðurin boðaði eisini frá undan løgtingsvalinum herfyri, at hann stillar ikki uppaftur til kommunuvalið komandi ár.

Brandur Sandoy er varamaður í tinginum fyri Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, sum er farin í landsstýrið.

Hann hevur verið borgarstjóri í Sands kommunu síðan 26. oktober 2009.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo