Tað er vandi í hvørjari vælferð
- føroyskt orðatak
Onnur tíðindi

VisitKalsoy: Sambært nýggjastu tølum fyri juli av heimasíðuni hjá Strandferðsluni, so økist ferðastreymurin í Kalsoynna framvegis ár undan ári – bæði tá vit tosa um ferðandi og bilar við SAM - og nú eisini við bussleiðini í oynni.

Í sýndu talvuni hava vit valt at vísa sama tíðarskeið fyri 2014, 2018 og 2019.

Tað, sum ein serliga leggur til merkis, er at tað er eitt rættuligt ferðslulop í bussleiðini – uttan iva, tí frá 1.mai í ár er bussur til og frá hvørjum túri hjá SAM.

Talið av ferðandi við SAM samanborðið við ífjør økist framvegis – og bilatalið veksir við somu ferð, sjálvt um bussleiðin verður nógv meira brúkt. Her er avbjóðingin tó tann, at bussurin bert tekur 19 fólk. 

Miðaltalið av vitjandi bilum í oynni fyri juli mánaða kom heilt uppá 57 bilar. Tvs. at summar dagar vóru fleiri enn 100 bilar.

Hetta viðførir ofta kaos á Trøllanesi, sum bert hevur eitt skipað parkeringspláss til 6-8  bilar.  Loysnin er sjálvandi eitt størri parkeringspláss á Trøllanesi - men ein útbygd bussleið við fleiri túrum millum bygdir gjøgnum dagin fyri at fáa bussleiðina enn meira brúkta vil uttan iva fara at halda bilatalið niðri. 

Sambært heimasíðuni hjá Strandferðsluni fyri bara juli mánaða vóru 14.053 ferðandi á Nólsoyarleiðini, 12.481 á Kalsoyarleiðini, 10.187 á Mikinesleiðini og 4.972 á Fugloyarleiðini, meðan bilatalið var 454 á Nólsoyarleiðina og 1.702 á Kalsoyarleiðina.

Her kundi ein freista seg at siga, at Ternan og Sam kundu býtt um í summarhálvuni, men tað er ongin loysn at fylla Kalsoynna við enn meira bilum. Loysnin er ein útbygd bussleið á Kalsoynni.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo