Tað er vandi í hvørjari vælferð
- føroyskt orðatak
Onnur tíðindi

Visit Kalsoy: Sambært nýggjastu tølum av heimasíðuni hjá Strandferðsluni, so økist ferðastreymurin í Kalsoynna framvegis ár undan ári – bæði tá vit tosa um ferðandi og bilar við SAM - og nú eisini við bussleiðini í oynni.

Tað, sum ein serliga leggur til merkis, er at tað er eitt rættuligt ferðslulop í bussleiðini – uttan iva, tí frá 1.mai í ár er bussur til og frá hvørjum túri hjá SAM.

Talið av ferðandi við SAM samanborðið við ífjør økist framvegis – meðan bilatalið ikki veksur við somu ferð, kanska tí at bussleiðin verður meira brúkt. Her er avbjóðingin tó tann, at bussurin bert tekur 19 fólk. 

Sjóleiðirnar til Suðuroyar og Sandoynna føra nógv flest ferðafólk og bilar, meðan sjóleiðin til Kalsoynna er tann rutan hjá SLL, sum førir triðflest bilar og fjórðflest ferðafólk.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo