Ikki fyrr enn ein sær, hvussu barnabørnini taka seg upp, fær ein at vita, um ein hevur uppalt síni børn væl
- Erich Maria Remarque
Tiltøk

Laksatorgið verður í ár flutt oman á havnarlagið við bátahylin á parkeringsøkinum uttanfyri Faroe Origin, sigur Runavíkar kommuna.

Tríggjar tær sunnastu parkeringsrekkjurnar verða tískil stongdar frá mikukvøldinum 18. juli og til sunnudagin 22. juli.

Laksatorgið letur upp leygardagin 21. juli kl. 10.00 og tá verður vegurin oman á økið stongdur fyri almennari ferðslu fram til kl. 20.00.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo