Tað er hættisligt at hava rætt, tá hitt almenna er á skeivari leið
- Voltaire
Lesarin skrivar

Í dag havi eg fingið svar uppá fyrispurning nr s006 /2018.

Hendan spurningin setti eg løgmanni, Akseli V. Johannesen, av tí at Heðin Mortensen er nýggjur í landsstýrismannasessinum, soleiðis hevur hann svarað.

Sjálvur fái eg ikki verið á Føroya Løgtingi og vart fyrispurningin, sum hevur ómetaligan týdning fyri Sandoyar sýslu, tí eg havi ikki fastan sess í løgtinginum.

Tí eru her nakrar viðmerkingar til svarið frá Heðin Mortensen.

1. Landstyrismaðurin sigur, at mann hevur roynt tvey skip í sigling um Skopunarfjørð í 2008/2009, og tað riggaði ikki væl??

Viðmerking:
Góði Heðin, tú kann ikki sammeta ferðsluna í 2008 við dagin í dag. Tað er burtur í vón og viti. Vit kunnu ikki avlíva alt vinnulív, meðan fýra ár ganga, til klárt er at koyra undir Skopunarfjørð.

2. Heðin, tú nevnir, at Teistin kostaði 65 mió + 25 mió, so hetta hevði verið ein dýr loysn.

Viðmerking:
Eg havi á ongan hátt fyristillað mær, at tit fóru eftir einari loysn, sum kostaði 90 mió - nei, álvaratos.

Tú nevnur at PF Eysturoyar og Sandoyar tunnilin hava fingið boð um, at teir ikki kunnu nýta Teistan. Hvat skulu teir brúka, og hvat skal vinnulívið brúka?

3. Góði Heðin, tú nevndi, at um eitt ár er lítla avloysaraskipið komið, og tá verður Teistin heilt loystur úr Hestleiðini, og kemur eisini at verða ein møguleiki at seta Ternuna inn í serligum førum.

Viðmerking  
Hetta er positivt, eingin ivi um tað, men hetta hjálpir ikki her og nú. Hví er tað ørðvísi hjá okkum, enn tá Vága- og Norðoyar-tunnilin vórðu gjørdir? Hví brúkti man tvey skip har?

4. Landstyrismaðurin sigur, at nú hava tey tikið støðu til, at bíleggingarskipanin eisini skal verða úr Skopun. Tá metir hann, at ferðslan fer at ganga smidligari um Skopunarfjørð.

Viðmerking:
So nú fer Landstýrið og Strandferðslan at seta bíleggingarskipanina í gongd. Er tað ikki nettupp tað, sum borgarstjórin í Skopun Gerhard Lognberg, er lagdur undir at hava noktað. Nei, órætturin er óhugnaligur.

Men Heðin, bíleggingarskipanin ger ikki Teistan størri. Hon er góð fyri frammandafólk, sum koma í oynna.

Minnist til, at Sandoyggja fólk mugu eiga minst 10 pláss fyri at kunna fara her og nú av oynni. Her hugsi eg aftur um vinnulív.

Góði Heðin! Er tað ein møguleiki at seta eina ella tvær manningar umborð á Teistan afturat, soleiðis at hann eisini kann sigla um náttina við tungum farmi til tað virksemi, sum er nærum byrjað í Sandoynni?

Eg veit ikki, um tað ber til, men ein loysn má finnast, so alt virksemið og fólkið í Sandoyar sýslu kunnu liva eitt normalt lív her.

Ein haldbar loysn má finnast!

Vinarliga
Gerhard Lognberg
Borgarstjóri í Skopun

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo