Best er manni at biðja, tá hann er sjálvbjargin
- Føroyskt orðatak
Onnur tíðindi

Eitt álvarsligt ferðsluóhapp er í kvøld hent á landsvegnum norðanfyri Skipanes.

Fólk á Skála, sum hava ringt til VP og boða frá, siga, at sera langar bíðirøðir er á landsvegnum, og nógv neyðsendarakfør og blá blunk. Brandbilar eru eisini farnir av eystara armi at hjálpa til.

Politiið váttar, at vegurin er stongdur, og at nakrir bilar hava verið við í einum ferðsluóhappi, men fyribils fær politiið ikki sagt nakað um, nær koyrandi verður aftur, ella hvussu álvarsligt óhappið er.

- Tríggir sjúkrabilar eru sendir á staðið umframt klippiútgerð, tað er tað sum eg fái sagt nú, sigur vakthavandi á politistøðini í Havn.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo