Ikki fyrr enn ein sær, hvussu barnabørnini taka seg upp, fær ein at vita, um ein hevur uppalt síni børn væl
- Erich Maria Remarque
Tiltøk

Leygarmorgunin, 14. juli kl. 11:00 verður G!festivalgudstænasta við altargongd. Gudstænastan verður hildin í Fjósinum í Syðrugøtu. Í ár prædikar Emil Olsen og kórið Eystanljóð luttekur. Eftir gudstænastuna verður kirkjukaffi at fáa í hoyggjhúskirkjuni. 

Hoyggjhúskirkjan í Syrðugøtu, beint yvir av Valhøll, er harumframt opin hóskvøld og fríggjakvøld frá 18:00 – 00:00 har møguleiki er hjá festivalgestum at koma inn at fáa sær ein kaffimunn, eitt prát við ein av prestunum, ella bara njóta kvirruna eina løtu. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo