At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill
Tiltøk

Leygarmorgunin, 13. juli kl. 11:00 verður G!festivalgudstænasta við altargongd. Gudstænastan verður hildin í Fjósinum í Syðrugøtu.

Í ár prædikar Theodor Eli Dam Olsen og kórið Eystanljóð syngur. Eftir gudstænastuna verður kirkjukaffi at fáa í hoyggjhúskirkjuni.

Hoyggjhúskirkjan í Syrðugøtu, beint yvir av Valhøll, er harumframt opin hóskvøld og fríggjakvøld frá 18:00 – 00:00 har møguleiki er hjá festivalgestum at koma inn at fáa sær ein kaffimunn, eitt prát við ein av prestunum, ella bara njóta kvirruna eina løtu.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo