Neyvan nøkur kropsvenjing er betri fyri hjartað enn at rætta fólki eina hjálpandi hond
- John Andrew Holmes
Politikkur

Nógv hevur verið skrivað og sagt um nýggjar tunlar norð um fjall í áravís. Trúgvi, at fólk , sum ikki dagliga koyra ígjøgnum hesar 52 ára gomlu tunlarnar eru troytt av tosinum og venda deyva oyrað til.

Íbúgvarnir norðanfyri  hava mist mótið og eru givnir  at vænta og vóna og trúgva lítlum, ella  ongum, sum verður sagt. Fá vita, hvat vendir upp og hvat vendir niður.   

Hvat er satt og hvat er minni satt ?

Samgongan hevur upplýst, at nú skulu nýggir tunlar gerast norður um fjall. Sum so nógv annað hjá hesi samgonguni, so er  hetta spæl fyri gallarínum og hevur onki við veruleikan at gera. Fíggjarlógin talar sítt tíðiliga og ítøkiliga mál. Hon vísir betri enn nógv orð, hvat samgongan ætlar.  

Tað eru í ár 2019  avsettar 1,5 mill. til nýggar tunlar norður fjall.

Í   2020 eru 0 kr avsettar.

Í 2021 eru avsettar 3 mill.

Nýggir tunlar norður um fjall eru mettir at kosta  360 mill. kr.

So her kann einhvør rokna út, at her er langt frá orð til handling hjá samgonguni. Hetta er fakta, og so kann samgongan siga hvat hon vil.

Fyri at fáa nýggju tunlarnar  norður um fjall framskundaðar, hevur undirritaða saman við øðrum umboðum úr andstøðuni lagt lógaruppskot fram tvær ferðir, men tað fall báðu ferðirnar.  Hetta var eitt uppskot, sum fólk norðanfyri sjálvi høvdu evnað til og var soleiðis so lítið politiskt, sum tað nú einaferð letur  seg gera.

Sambært hesum uppskotinum, so skuldu pengar frá Norðoyatunlinum brúkast fyri at koma sum skjótast í gongd við fyrireiking, linjuføring, projektering o.ø. Eftir hesum uppskotinum kundi tunnilsgerðin framskundast 3 - 4 ár.

Principielt eri eg ímóti at blanda Norðoyatunnilin og  nýggjar tunlar norður um fjall saman, men eg breyt við míni egnu princippir. Tað er alneyðugt at fáa tunlarnar gjørdar sum skjótast. Nýggir tunlar norður um fjall eru lívsneyðugir.

Lívsneyðugir fyri íbúgvar, vinnulív og ferðavinnu. Verandi tunlar eru ein fløskuhálsur fyri menning.

Hesi uppskot okkara fullu báðu ferðirnar við 14 atkvøðum fyri og 15 ímóti. Ongin í samgonguni atkvøddi fyri.

Heldur ikki umboðini hjá samgonguni úr Norðoyggjum tóku undir við uppskotinum. Har var ongin stuðul at heinta.

Um uppskotið bleiv samtykt, so var tunnilsgerðin helst longu væl ávegis, og íbúgvarnir norðanfyri høvdu sæð eitt ljós í endanum á tunlinum. Hetta vildi samgongan og umboðini hjá henni úr Norðoyggjum tó ikki. Hetta er ikki eitt uppáhald, men nakni veruleikin.

Um eg fái møguleikan, so vil eg enn sum áður gera mítt ítarsta fyri at fáa tunlarnar gjørdar sum skjótast, so vit fáa eina virðiliga farleið norður um fjall.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur
løgtingskvinna

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo