Tað eru tveir marknasteinar í tilveruni hjá víðskygda journalistinum. Tá ið hann varnast, at eingin er áhugaður í sannleikanum. Og tá ið hann verður vísur í, at eingin er áhugaður í sannleikanum
- Høgni Mohr
local.fo

News in English

Onnur tíðindi

- Hvat er problemið, Ísland. Tit hava for nógvan ís og ganga bara og eta ís. Ongin skilnaður er ímillum dag og nátt hjá tykkum og tí heldur ongin kriminalitetur, og ongin politistur heldur. Tit skilja ikki støðuna hjá okkum her á Filipsoyggjum. Nakað soleiðis sigur filipinski forsetin, Rodrigo Duterte í einum ósamanhangandi aftursvari, nú ST hevur samtykt at mannarættindini har skulu kannast.

Tað hendir eftir at kríggið ímóti narko sambært mannarættindafelagsskapum hevur kostað minst 20.000 fólkum lívið.

Tað er Ísland sum hevur lagt uppskotið fyri ST. 47 lond eru limir í mannarættindaráðnum, og 18 teirra atkvøddu fyri at fremja kanningina. Norðurlond atkvøddu fyri, ímeðan lond sum Kina, Saudi-Arabia og Ungarn atkvøddu ímóti.

Tann 74 ára gamli Duterte vann forsetavalið uppá at fara harðliga fram ímóti teimum sum selja narkotika, og tað hevur hann eisini framt í verki. Felags í flestu førum er, at fólk verða myrd á staðnum, uttan nakra dómsviðgerð.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo