List verður skapað í einsemi
- úr Børkuvísum
local.fo

News in English

Innlendis ítróttur

Tríggir føroyingar hava í dag luttikið í finalu í amboðsfimleiki, sum hevur verið í Svøríki.

Astrid Nanly Breckmann, Rebekku Ingadóttir Rein og Gunnvá Mørkøre umboðaðu Havnar Fimleikafelag.

Føroysku genturnar stóðu seg avbera væl og fingu í alt fimm heiðursmerki.

Astrid Nanly Breckmann vann gull í gólv og barr, silvur í lop og bronsu í bita, meðan Rebekka Ingadóttir Rein vann silvur í gólv.

Venjararnar, sum hava verið við teimum, eru Camelia Mihaela Mindricel-Celariu og Kira Danielsen, skrivar Havnar Fimleikafelag á Facebook.

Ein føroyskur dómari hevur eisini verið við, nevniliga Anna Margit Dalsgaard Thomsen.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo