Skemta ikki við ein og hvønn - smáar sálir taka alt í álvara
- úr Børkuvísum
local.fo

News in English

Vinna

Nú Thor hevur sett sjey fiskiskip til sølu, so eru fimm av teimum heimahoyrandi í Havn.

Tey eru Hoyvík, Ran, Topas, Sardis og Kúrberg.

Í fyrstu atløgu hava einir 50 mans mist tjansin við hesum skipunum, men tá ið øll sjey skipini eru seld úr felagnum, so verður talan um einar 70 mans.

Og orsøkin til at skipini eru sett á sølulista, har nøkur eru løgd, er longu komin fram alment. Hans Andrias Kelduberg segði við miðlarnar undan útlutanini av menningarkvotunum, at fekk hann einki, so fóru skipini.

Og tað endurtekur hann, tá ið VP spyr um orsøkina.

- Eg standi við tað sum eg havi sagt, at beinleiðis orsøkin til, at vit selja skipini er, at vit fingu onga menningarkvotu, sigur reiðarin.

Men tað er ikki bara menningarkvoturnar sum eiga sín keðiliga leiklut, tí tað hevur heldur ikki gingist so væl at fáa nakað á uppboðssøluni.

Og Hans Andrias Kelduberg hevur eisini eina greiða meining um uppboðssøluna:

- Uppboðssølan er eingin loysn til atgongd, sum ført hevur verið fram, sigur hann.

- Hon kann ikki brúkast til tað, og nú haldi eg at prógvini eru nóg greið sum vísa tað, sigur reiðarin at enda.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo