Tað er vandi í hvørjari vælferð
- føroyskt orðatak
Politikkur

Fínteljingin eftir løgtingsvalið leygardagin byrjaði í morgun, sigur Útvarpið.

Tilsamans 33.779 atkvøður skulu fínteljast, og tað er ikki uttan spenning fyri summi sum stillaðu upp. Til dømis var bara ein atkvøða ímillum Poul Michelsen og Ruth Vang í Framsókn. Poul Michelsen var valdur men Ruth Vang gjørdist ov stutt. Og tríggjar atkvøður vóru ímillum Bjarna Hammer og Eyðgunn Samuelsen í Javnaðarflokkinum. Bjarni Hammer kom inn, men Eyðgunn Samuelsen rakk ikki inn um tinggáttina.

Á valinum vóru 85 atkvøður skrásettar sum blankar og 65 sum ógyldugar.

Fínteljingin tekur helst allan dagin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo