Tað er vandi í hvørjari vælferð
- føroyskt orðatak
Skúli

Vágs kommuna setti tíðliga í summar á stovn Musikkskúlan í Vági og søkt varð eftir leiðara. -Og nú er greitt, at Fiona Parker verður leiðari fyri Musikkskúlan í Vági.

Fiona Parker hevur hægri útbúgving frá London College of Music, Universitetinum í Bergen og University College of Londonhevur , og hevur eisini í seinastu umleið 30 árini undirvíst í tónleiki, so vit fáa ein sera væl skikkaðan leiðara til nýggja Musikkskúlan í Vági, sigur Eydis Kjærbo, forkvinna í Mentunarnevndini hjá Vágs kommunu.

Um Musikkskúlan
Musikkskúlin í Vági bjóðar sang - og ljóðføriðsundirvísing. Undirvísingin í hølum musikkskúlans, sum eru í Vágs Skúla (á ovara gangi í nýggja skúla).

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo