Tann sum ikki kann lýða eini boð, eigur ikki at geva boð
- enskt orðatak
local.fo

News in English

Tiltøk

Firouz Gaini verður tilnevndur professari í antropologi (mannfrøði) á Fróðskaparsetri Føroya 1. juli 2019

Firouz Gaini, føddur í 1972, hevur verið í starvi sum lektari á Fróðskaparsetri Føroya síðan 2011. Tíðarskeiðið 2012-2015 var hann í granskingarstarvi á Norsk Senter for Barneforskning á NTNU (Norges teknisk-Naturvitenskapelige Universitet) í Tróndheimi. Hann vardi sína doktararitgerð, Ungdómur – Miðlar, mentan og seinmodernitetur í Føroyum, á Fróðskaparsetri Føroya í 2007.

Firouz Gaini tók sína antropologisku útbúgving á universitetunum í Oslo, Keypmannahavn og Føroyum. Hann hevur gjørt etnografisk feltarbeiði í Føroyum, Grønlandi, Fraklandi og Japan. Hann hevur verið gestagranskari á University of California – Berkeley, University of the Ryukyus (Japan) og Nordic Institute of Asian Studies (Danmark).

Firouz Gaini, sum hevur verið virkin granskari síðan síðst í nítiárunum, hevur í sínum fjøltáttaða og sera umfatandi granskingararbeiði serliga varpað ljós á ungdómslív og -mentan í tíðarskeiðinum síðan seint í tjúgundu øld og fram til í dag. Í sínari antropologisku gransking, sum er slóðbrótandi í føroyskum høpi, hevur hann kannað og greinað nógv ymisk viðurskifti, ið ávirka lívið hjá børnum og ungdómum í dag – t.d. miðlar og samskifti, skúla og útbúgving, sosialt- og familjulív, kyn og mentanarligur samleiki, framtíðar dreymar og -ætlanir.

Firouz Gaini hevur víst á, hvussu broytingar og markamót í ungdómsmentanarligum viðurskiftum endurspegla størri samfelagsligar rembingar – bæði á á lokalum og globalum stigi – og hví tað er umráðandi at kenna ungdómin fyri at skilja rák og brot í lokalum mentanarligum viðurskiftum. Hann hevur í sínum etnografiska arbeiði serliga havt áhuga fyri smáum oyggjasamfeløgum.

Hann hevur verið ritstjóri á t.d. Fróðskaparritum, FRØÐI og BARN (Tidsskrift for barn og barndom i norden). Hann hevur verið formaður í Føroya Fróðskaparfelag og Amnesty International. Hann hevur útgivið vísindaligar greinir, frágreiðingar og bøkur á fleiri málum. Hann hevur luttikið í altjóða granskingarverkætlanum, -netverkum og nevndum.

Í sambandi við professaratilnevningina verður professarafyrilestur á Fróðskaparsetrinum í heyst.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo