Taparin rósar sigurharranum og minkar um ósigurin. Vinnarin rósar taparanum og veksur um sigurin
- úr Børkuvísum
Vinna

Fiskaaling: Seinnu árini hevur arbeiðið við at menna ein lívfiskastovn undan føroyskum rognkelsum koyrt á einum lágum blussi, tí slíkt arbeiði er kostnaðarmikið. Tí hevur Fiskaaling arbeitt við at finna eina loysn, sum inniber at fáa uttanhýsis fígging til hetta arbeiðið. 

Komið er nú á mál við hesum, og Fiskaaling og Marine Harvest hava gjørt eina avtalu, sum inniber, at Marine Harvest í avtalutíðarskeiðinum í stóran mun fíggjar arbeiðið við at menna lívfiskastovnin. Endamálið við verkætlanini er at skapa eitt grundarlag, so føroyska vinnan sjálv kann menna framleiðslu av rognkelsum.

Arbeiðið seinastu árini við at menna føroyska lívfiskastovnin av rognkelsum merkir, at Fiskaaling í dag framleiðir 4. ættarlið av føroyskum aldum rognkelsum. Í samstarvi við Marine Harvest verða hesi rognkelsir sett út á aliøkini hjá Marine Harvest í Sundalagnum Norður, Oyndarfirði og á Sandsvág.

Hesi aliøkir eru sera ymisk háttaði, og hetta gevur møguleika at fylgja trivnaðinum hjá føroysku rognkelsunum í teimum ymsu aliumhvørvunum. Endamálið við arbeiðinum er at fáa rognkelsir, sum trívast í aliringum og eta lús.

Les meira

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo