Borgarlig og sosialistar eru sum kona og maður. Skilja ikki altíð hvønn annan, men fáa allíkavæl húsarhaldið at hanga saman
- Ókendur
Politikkur

Fyrispurningur um útbjóðingina av vindorku við Gellingarklett í Hoyvíkshaganum, settur landsstýrismanninum í búnaðarmálum, Høgna Hoydal, landsstýrismanni, (at svara skrivliga eftir TS § 52a).

1. Nær, hví og við hvørjari heimild er tilsøgn givin Sigert Paturssyni at nýta festijørðina til útbygging av vindmyllum í Hoyvíkshaganum og at gera eina samstarvsavtalu við Sp/f Vindrøkt, sum útihýsir øðrum tilboðsgevarum at fáa atgongd til almennu jørðina?

2. Hvørji ítøkilig lyfti eru givin festaranum sambært nevndu tilsøgn?

3. Kann henda tilsøgn takast aftur, ella er tilsøgnin galdandi í óásetta tíð?

4. Hvørjar avleiðingar hevur tað, um tilsøgnin verður tikin aftur?

5. Hava royndir verið gjørdar at taka tilsøgnina aftur?

6. Um royndir eru gjørdar at taka tilsøgnina aftur, hví eru hesar ikki realiseraðar?

7. Er tað bert Sigert Patursson, sum fær sersømdir í sambandi við nýtslu av almennari jørð til vindmylluútbygging?

8. Fer allur ágóðin í sambandi við evt. nýtslu av festinum hjá Sigert Paturssyni til vindmylluútbygging til festaran privat, ella kemur nakað av hesum ágóða sjálvum festinum til góðar?

9. Hví velur landið ikki heldur at nýta lógarásettu heimildina í §§ 7 og 9 í løgtingslóg um landsjørð at lata tað standa opið hjá øllum tilboðsgevarum, sum í fríari kapping vinna eitt loyvi til elframleiðslu úr vindmyllum, at leiga hesa jørð út í avmarkað tíðarskeið, ella í øðrum lagi at keypa hesa jørð fyri galdandi prís hjá Búnaðarstovuni, evt. við einum servitutti um afturkeypsrætt fyri sama prís, tá vindmylluloyvið er útgingið?

Svar:
Fyrispurningurin snýr seg um tilsagnir og avtalur viðvíkjandi vindorkuútbygging og lendi, sum eru gjørdar áðrenn 2015. Tá hevur í fleiri førum verið farið fram soleiðis, at tey, ið bjóðaðu seg fram at gera vindorkuútbyggingar, sjálvi útvegaðu sær avtalur um lendi.

Í onkrum førum eru avtalur eisini gjørdar millum festarar og vindorkuframleiðarar. Hesar avtalur kunnu avmarka møguleikarnar at skipa almenna útbjóðing av loyvum til elframleiðslu fyri tey øki, sum avtalurnar viðvíkja.

Núsitandi landsstýrið hevur tó gjørt av, at frameftir skal orkumyndugleikin í sambandi við útbjóðing av vindorku fáa til vega avtalur um lendi. Endamálið er, at øll, ið bjóða, skulu hava somu treytir, og at avtalur ikki skulu gerast millum vindorkuframleiðarar og festarar.

Svar til spurning 1
Festarin í Hoyvíkshaga hevur tann 3. november 2005 fingið tilsøgn frá Búnaðarstovuni um at gera leigusáttmála viðvíkjandi Gellingarkletti.

Sambært tilsøgnini verður leigusáttmáli gjørdur, tá nærri fæst at vita, nær ætlanin um framleiðslu av vindorku verður veruleiki, og tá festarin hevur fingið neyðugu loyvini.

Tilsøgnin hevur heimild í § 7, stk. 1, 2. pkt. í løgtingslóg um landsjørð. Her verður ásett, at Búnaðarstovan hevur heimild at leiga lendi burtur av landsjørð til eitt nú vinnuendamál.

Onnur avtala er síðani gjørd millum festaran og Sp/f Røkt. Hendan avtalan er gjørd á privatrættarligum grundarlagi. Avtalan er gjørd í sambandi við eitt útboð av vindorku fyri nøkrum árum síðani.

Í sama umfari gjørdi SEV eisini avtalu um Húsahaga og við festaran har.

Svar til spurning 2
Sambært tilsøgnini frá Búnaðarstovuni til festaran í Hoyvíkshaga verður leigusáttmáli gjørdur, tá nærri fæst at vita, nær ætlanin um framleiðslu av vindorku verður veruleiki, og tá festarin hevur fingið neyðugu loyvini.

Svar til spurning 3
Tilsøgnin er ikki tíðaravmarkað, og ongin lógarheimild er at taka tilsøgnina aftur.

Um tilsøgnin skal takast aftur, skal hetta tí gerast sambært ikki-lógarfestu reglunum um afturtøku.

Krøvini til afturtøku eru sera strong. Fiskimálaráðið hevur tikið støðu til, at grundarlag ikki er fyri at afturkalla tilsøgnina til festaran, tí ein annar partur ynskir at leiga sama lendi. Tað er ikki sannlíkt, at aðrar umstøður fara at gera seg galdandi í hesum máli, sum kunnu grunda eina afturtøku.

Svar til spurning 4
Um tilsøgnin verður tikin aftur uttan nøktandi grundarlag, kann hetta hava við sær endurgjaldsskyldu fyri fíggjarligan miss til Sp/f Røkt og festaran.

Svar til spurning 5 og 6
Búnaðarstovan tók tann 30. apríl 2018 avgerð um at afturkalla tilsøgnina til festaran.
Henda avgerð bleiv síðani kærd til Fiskimálaráðið, sum tók avgerð um at ógilda avgerðina hjá Búnaðarstovuni, tí grundarlag ikki var fyri at afturkalla tilsøgnina.

Tilsøgnin stendur tí við.

Svar til spurning 7
Sáttmálar, undir hesum ampasáttmálar o.a., sum eru gjørdir á privatrættarligum grundarlagi, eru ikki óvanligir í málum um landsjørð, og teir finnast ikki bert í málum sum hesum um leigu av landsjørð til elframleiðslu við vindorku.

Fiskimálaráðið hevur tó ikki kunnleika til hesar sáttmálar, og verða teir gjørdir, uttan at myndugleikin er partur av hesum.

Svar til spurning 8
Leigan, sum verður goldin sambært leiguavtalu við Búnaðarstovuna, fer á festikontu.
Upphæddir sambært sáttmálanum millum festaran og elframleiðaran fara til festaran sjálvan.

Svar til spurning 9
Sum nevnt innleiðandi, so er ætlanin frameftir at skipa vindorkuøkið soleiðis, at orkumyndugleikin fær til vega lendi til elframleiðslu. Hetta fer m.a. at hava við sær, at tað lendið, sum í sambandi við eitt útboð verður fingið til vega til elframleiðslu, stendur opið fyri einhvørjum, sum í sambandi við útboðið fær loyvi til elframleiðslu.

Høgni Hoydal
landsstýrismaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo