Hvussu kann mann minnast tað, sum mann hevur gloymt?
- Jógvan á Fjørðinum
Vinna

Partafelagið North West Pelagic vann sakarmálið móti Fiskimálaráðnum um loyvini hjá felagnum at fiska.

Innan 14 dagar skal Fiskimálaráðið gjalda sakarmálskostnaðin á 751.140 krónur.

Dómarin sigur, at Fiskimálaráðið hevur framt ólógliga umsiting og at Fiskimálaráðið tí verður dømt at viðurkenna at Fiskimálaráðið hevur endurgjaldsskyldu, og skyldu at útskriva veiðiloyvið til reiðaríið aftur.

Løgfrøðingur sum VP hevur tosað við sigur, at dómurin mótvegis Fiskimálaráðnum er sera álvarsamur og at málið tí fær eftirspæl, sum fer at hava við sær, at Fiskimálaráðið er noytt at rinda sera stórt endurgjald.

Les dómin her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo