Borgarlig og sosialistar eru sum kona og maður. Skilja ikki altíð hvønn annan, men fáa allíkavæl húsarhaldið at hanga saman
- Ókendur
Politikkur

Hósdagin tann 21. juni skrivaði Fiskimálaráðið á síni heimasíðu, sum eisini kom í miðlarnar, at "allir umsøkjarar til menningarkvotur fáa svar mánadagin 24. juni 2019".

Sí fráboðan her

Men nú vit skriva 25. juni er einki svar komið.

Hvør orsøkin er, vita vit ikki, tí eingin svarar í Fiskimálaráðnum, tá ið spurt verður.

Í fjør, tá ið menningarkvotur vóru latnar á fyrsta sinni, bjóðaði Fiskimálaráðið miðlunum til tíðindafundar, men í ár er eingin innbjóðing komin til nakran tíðindafund, so sami fagnaður er neyvan í ár, sum hann var í fjør, tá ið menningarkvoturnar vóru lanseraðar.

Tíðin við menningarkvotum hevur eisini víst, at "ikki er alt gull, ið glitrar".

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo