Eitt barn, ein lærari, ein bók, ein blýantur kunnu broyta allan heimin
- Malala Yousafzai
local.fo

News in English

Vinna

Hoyringssvar frá verksmiðjutrolarunum í Barentshavinum: Í broytingarskrivinum til uppboðssøluna er lagt upp til at gera broytingar í mun til uppboðssøluna, sum var galdandi seinasta ár.

Nú er nýggi leisturin, at 2.312 tons ella 76% av kvotuni, sum verður seld á uppboði í Barentshavinum skal seljast í afturlatnari uppboðssølu, og at rættindahavarin skal rinda ásetta boðið. Hetta er ein vesentlig broyting í mun undanfarna ár.

Í Uppriti frá 31. Mai 2016 frá Fiskimálaráðnum verður greitt frá um marknaðarprís í sambandi við afturlatnu uppboðssøluna. Her verður undirstrikað, at við at lata lægsta eindarprísin áseta prísin, so er tað hesin prísur, sum er marknaðarprísurin – brotið úr uppritinum sæst niðanfyri:

“Tilboðið, sum hevði lægsta eindarprísin av teimum tilboðum, sum komu upp í part, ásetir eindarprísin, sum øll skulu rinda. Á henda hátt rinda øll sama prís - marknaðarprísin - fyri somu vøru. Keyparar, ið hava bjóðað marknaðarprísin ella hægri sigast at hava vunnið uppboðssøluna”.

Í uppriti frá Fiskimálaráðnum frá 3. januar 2019 í sambandi við uppboðssøluna á Flemish Cap, sum eisini var framløgd við at hægsti prísur var galdandi, var eingin – tvs. EINGIN – frágreiðing um, hví marknaðarprísur ikki er marknaðarprísur longur!

Men í viðmerkingunum til núverandi broyting er henda orðing komin inn í viðmerkingarnar:

Broyting í § 12, stk. 4. - Ymiskar afturlatnar uppboðssølur
Ein onnur broyting í mun til undanfarnar uppboðssølur er, at nøkur av stutttíðar rættindunum verða seld á afturlatnari uppboðssølu, har tann, ið letur boð, skal rinda prísin, hann hevur bjóðað. Undanfarin ár hevur lægst vinnandi boðið altíð avgjørt prísin, øll skulu rinda á afturlatnari uppboðssølu. Á opnari uppboðssølu er vanligt at hava ymiskar prísir til allar vinnarar av boðum.

Til nakrar av boðrundunum í 2018 sóu vit, at nakrir av aktørunum bjóðaðu ein sera høgan prís, og at nøgdin, hesir verandi aktørar bjóðaðu, lá beint undir útbodnu nøgdini. Hetta førdi til, at eingin nýggjur aktørur fekk møguleikan at koma upp í part. Fyri at skapa eina meira javnbjóðis kapping verður roynt at forða fyri omanfyristandandi við, at tey, ið lata boð inn, skulu rinda prísin tey bjóða á afturlatnari uppboðssølu eisini.

Orsøkin til, at bert stutttíðar rættindi hava ymiskar prísir er, at prísirnir á hesum rættindum kunnu útjavnast yvir ár, meðan prísirnir fyri langtíðar rættindi eru galdandi upp í 8 ár (sum prosentpartur), og verður mett, at í tí førinum er betur at hava eins prís til allar vinnarar av boðum.

Men framvegis ikki eitt orð um marknaðarprís!

Brotið omanfyri er eisini beinleiðis skeivt. Sagt verður, at eingin nýggjur aktørur fekk møguleika at koma upp í part, men hetta er ikki rætt fyri Barentshavið, tí Thor Fisheries P/F ásetti ein stóran part av prísinum í Barentshavinum – tí nýggi aktørurin kom upp í part.

Einki verður sagt í viðmerkingunum frá Fiskimálaráðnum um, hvussu nógvir nýggir aktørar vóru við í uppboðssøluni, og tí er tað ringt ella ómøguligt at fyrihalda seg til hesar upplýsingar.

Og tað, at eingin av hesum nýggju aktørunum var innanfyri minstaprís, vísir eisini, at hesir eru undir tann marknaðarprís, sum Fiskamálaráðið grundgevur fyri í skrivi sínum frá 31. mai frá 2016, sum er siterað fyrr í hesum skrivi. 

Les hoyringssvarið her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo