Eg stríddi meg ikki upp á toppin á føðiketuni fyri at verða vegetarur
- ókendur
local.fo

News in English

Onnur tíðindi

Formaðurin í Fiskimannafelagnum Jan Højgaard hevur kært Kringvarpið.

- Vegna Føroya Fiskimannafelag vil undirritaði hervið mótmæla, at Kringvarp Føroya verður misbrúkt til ógrundaða herferð móti fiskimonnum, har villleiðandi upplýsingar og beinleiðis ósannindi, um lønarviðurskifti hjá fiskimonnum, verða borin fram ferð eftir ferð.

- KVF hevur, eftir øllum at døma, átikið sær, at áhaldandi og miðvíst sáa iva um sáttmálabundin viðurskifti, har fult lógligar avtalur á arbeiðsmarknaðinum verða kriminaliseraðar og fiskimenn niðurgjørdir sum samfelagsbólkur. 

- Hetta virksemi Kringvarpsins, minnir mest um eitt skipað átak, vent ímóti okkara vinnu og okkara limum, og stórur vandi er fyri skaða á umdømi og harvið framtíðarútlit okkara av hesum.

- Fiskimenn verða í roynd og veru hóttir upp á breyðið, av tí illvilja sum av órøttum verður elvdur av nevnda virksemi.

- Sum fakfelag kunnu vit ikki liva við, at ein skattafíggjaður public service miðil gevur pall til, so ljóta herferð á landsins dýrasta mentanarbera, skrivar formaðurin Jan Højgaard í kæruni, sum hann hevur sent Jenis av Rana, mentaráðharra.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo