Lívið er eitt baks, men um tú dugir eisini at flenna at tí, so eigur tú gávuna at njóta tað
- Selma Hayek
local.fo

News in English

Politikkur

Mynd tikin í Porkeri leygardagin, tá ið útlendingar vóru komnir aftur av útróðri og stóðu og skóru flak á bryggjuni, eftir aftur ein góðan dag á útróðri. Mynd: VP.FO

Kári P. Højgaard, løgtingsmaður hevur sett Høgna Hoydal, landsstýrismanni í fiskivinnumálum henda grein 52 a fyrispurning:

Viðvíkjandi fiskiskapi/útróðri hjá útlendskum ferðafólki.

1)    Eru ongar ásetingar fyri útlendingar um kravt fiskiloyvi, um hesir skulu dríva fiskiskap/ -heimaútróður við føroysku strendurnar.

2)    Er heldur onki hámark fyri hvussu nógv kann veiðast.

3)    Verður veiðan uppgivin og skrásett, so hon telur við í veiðuhagtølunum.

4)    Er her talan um loyvda veiðu, ella er tað ránsveiða.

5)    Um talan er um ólógliga veiðu. Hvussu leingi fer myndugleikin at venda blinda eyga til.

Viðmerkingar
Seinasta heyst gjørdi eg landsstýrismanninum í fiskivinnumálum vart við, at eg av suðuroyingi varð kunnaður um, at útlendingar leigaðu sær bát/bátar at dríva útróður avmarkað tíðarskeið. Hesir vóru væl útgjørdir, arbeiddu fiskin sjálvir og teir høvdu veiðina við sær av landinum, tá teir fóru avstað. 

Landsstýrismaðurin takkaði fyri upplýsingarnar og lovaði at kanna málið.

Hoyrdi einki aftur og roknaði sostatt við, at hesin fiskiskapur var støðgaður, men nei.

Sambært grein í Vágaportalinum, so hendir júst tað sama í ár sum undanfarin ár, og mynd av fiskarúgvu og monnum ið skera flak á bryggjuni, prógvar innihaldið í greinini.

Neyvan nakað annað land í okkara parti av heiminum loyvir slíkum fiskiskapi.

Rættir stuttleika fiskarar reika heimin runt fyri at fáa dreyma fiskin. Tá hetta eydnast, verða myndir tiknar og fiskurin sleptur útaftur. Ja munur er á.

Um menn koma við reiðskapi og frystiútgerð, leiga bátar og royna í dagavís, má talan verða um vinnuliga veiðu.

Tí er alneyðugt at støðga hesi gongd, áðrenn óskilið vindur upp á seg, so enn fleiri útlendingar fara at gagnnýta henda møguleikan.

Kári P. Højgaard, løgtingsmaður 

Les grein á VP her:

Ferðamenninir aftur góðan fiskiskap í dag

Mynd: VP.FO

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo