Eitt barn, ein lærari, ein bók, ein blýantur kunnu broyta allan heimin
- Malala Yousafzai
local.fo

News in English

Politikkur

Hoyringsskriv frá Føroya Reiðarafelag til lóg um sjófeingi.
 
Føroya Reiðarafelag hevur fingið uppskot til lóg um sjófeingi til hoyring og hevur hesar viðmerkingar. Hoyringsfreistin hevur verið sera stutt fyri slíkt uppskot, og Reiðarafelagið fer at viðgera uppskotið við tí fyrivarni, at felagið tilskilar sær rætt til at senda Fiskimálaráðnum ella vinnunevndini fleiri viðmerkingar seinni, um tað skuldi verið neyðugt.

Í fyrsta umfari verður mett, at uppskotið veitir fiskivinnuni tryggar langtíðarkarmar, sum hevur verið eitt ynski frá Reiðarafelagnum í longri tíð. Tí er eisini týdningarmikið, at skipanin kemur at virka frá ársbyrjan. Hetta fer grundleggjandi at skapa eitt grundarlag fyri nýggjum íløgum í flotan, ið tíverri ikki hevur verið endurnýggjaður í sama mun, sum flotin í okkara grannalondum hevur verið. Reiðarafelagið tekur tískil undir við, at uppskotið verður samtykt við ávísum broytingum.
 
Viðvíkjandi allýsingum av ávísum hugtøkum í lógini átti at verið greitt frá, hvat hugtøkini sølukvota og uppboðsárskvota merkja. Hesi hugtøkini hava stóran týdning fyri, hvussu uppboðssølan av veiðirættindum í 2020 fer at virka í verki, og tí áttu hesi at havt egna allýsing í grein 2 í uppskotinum.

Greinarnar 14-16 innihalda ásetingar um, hvussu býtið millum tey ymsu sløgini av kvotum eftir ætlan verður skipað frameftir. Viðmerkingarnar til hesar ásetingar eru ikki nóg greiðar, soleiðis at tað stendur púra greitt, hvussu hetta roknistykkið skal skiljast.

Sum skilst skulu kvotur, sum verða latnar í býtisavtalu við onnur lond, og kvotur til vinnuligar royndir og verkætlanir dragast frá, áðrenn komið verður fram til heildarkvotuna. Tískil áttu 8,5% kvoturnar í § 49 at verið við í uppgerðini í viðmerkingunum á síðu 71 og 72. Hetta hevði givið eina greiðari mynd av, hvussu býtið millum tær ymsu kvoturnar er. Greitt er tó, at ikki ber til at kenna tær neyvu kvoturnar, sum skulu latast øðrum londum fyrr enn seinni í vetur. Tískil verður hetta roknistykkið framvegis eitt dømi at lýsa nýggju skipanina.

Reiðarafelagið hevur sum meginreglu ikki mett, at uppboðssøla er ein skynsamur háttur at útluta og býta kvotur. Hetta er framvegis felagsins meting, og aðrir útlutingarhættir áttu at verið umhugsaðir í hesum sambandi. Hetta hevur felagið greitt frá í øðrum hoyringsskrivum, og hesar grundgevingar verða ikki endurtiknar her. Tá ið uppboðssøla av veiðirættindum hevur verið hildin, hevur felagið mælt til, at hesar sølur verða skipaðar sum opnar uppboðssølur, og tað eigur landsstýrismaðurin at hava í huga, tá ið uppboðssølur verða hildnar í 2020.

Viðvíkjandi uppsøgn av rættindum kunnu hesi sigast upp við 10 ára freist. Reiðarafelagið hevur áður skotið upp, at rættindini hava eina gildistíð uppá minst 12 ár, eins og skipanin er fyri tey einstøku aliloyvini, ið vanliga eru galdandi í 12 ár.

Brúksskyldan er nú herd í mun til galdandi lóg um fyrisiting av sjófeingi. Uppskotið sigur, at um veiðiloyvi og fiskiloyvi, sum ikki hava verið gagnnýtt við tí í loyvinum nevnda fiskifari í tvey ár á rað, fella aftur til landið. Í núverandi lóg er hendan brúksskyldan trý ár, eftir at hon fyrst var tvey ár. Hendan brúksskyldan er tí fyrst linkað og verður nú herd aftur. Hetta átti at verið broytt aftur til trý ár, tí at hetta kann eggja til fíggjarliga óskynsaman fiskiskap fyri at reiðarí kunnu varðveita ávís rættindi, sum møguliga kunnu gerast áhugaverd seinni.

Hin brúksskyldan smb. grein 36, stk. 2 er í hesum uppskoti linkað úr 60 prosentum niður í 30 prosent, og munurin millum tey brúktu rættindini av døgum ella kvotum og 30 prosent skulu frameftir fella aftur til landið. Trupulleikin við hesi brúksskyldu er, at reiðarí verða noydd at royna eftir ávísum fiskasløgum bert fyri at varðveita ávís rættindi, hóast hesin fiskiskapur ikki loysir seg. Tískil átti hendan brúksskyldan at verið avtikin, tí at hon eggjar til fíggjarliga óskynsaman fiskiskap, og í summum førum eggjar hon til veiðu eftir fiskastovnum, ið møguliga frammanundan eru illa fyri. Ein annar møguleiki er, at landsstýrismaðurin fær eina breiðari heimild at veita undantak frá hesi reglu.

Tískil átti skipanin við brúksskyldu at verið endurskoða í síni heild, soleiðis at reiðarí ikki verða noydd at gagnnýta rættindi, tá ið tað ikki loysir seg.

Ein arbeiðsbólkur við umboðum frá fiskiflotanum, manningarfeløgunum, Havstovuni og Fiskimálaráðnum kom á vári 2019 ásamt um eina umsitingarætlan, ið eftir ætlan skuldi koma í gildi frá 2020. Heitt verður á landsstýrismannin um at seta hesa umsitingarætlan í verk, soleiðis at hon kann koma at virka frá ársbyrjan 2020.

Mett verður, at tað hevur týdning, at føroyskur fiskur kann fáa tær umhvørvisgóðkenningar, ið marknaðurin krevur. Um føroyskur fiskur kann fáa hesar góðkenningar er sannlíkt, at meira av hesum fiski kann virkast í Føroyum og fáa ein betri prís á marknaðinum.

Ásetingin av fiskidagatalinum verður framd við lóg í hesi lógini, og sum skilst skal landsstýrismaðurin áseta fiskidagarnar í kunngerð frameftir. Hesum tekur Reiðarafelagið undir við, og fiskidagatalið eigur at vera óbroytt í 2020. Nakrar broytingar verða gjørdar, har tann sonevndi buffarin verður avtikin, men óbrúktir dagar ístaðin verða fluttir frá 2019 til 2020 at brúka sum felagsdagar hjá hvørjum einstøkum bólki.
 
Reglurnar um miðsavnan fyri bólkarnar í heimaflotanum eru møguliga ov strangar, og tí átti landsstýrismaðurin at umhugsa møguleikan fyri, at markið, sum í dag er 20 prosent av tillutaðu fiskidøgunum, kundi verið hækkað nakað. Hetta hevði loyvt eini størri rationalisering í heimaflotanum, sum kundi verið til fyrimuns fyri reiðaríini.

Ásetingarnar um uppboðssølu av veiddum fiski verða linkaðar, og hesum tekur Reiðarafelagið undir við. Áður vóru ásetingarnar soleiðis, at 25% av veiðuni hjá hvørjum skipi í nøgd skuldi bjóðast út um góðkenda uppboðssølu. Landsstýrismaðurin kann nú ístaðin gera reglur um, at veiða hjá føroyskum fiskifari skal bjóðast út um góðkenda uppboðssølu.

Nú skotið verður upp, at føroysk fiskiskip aftur fáa tryggari langtíðarloyvi at reka sítt virksemi er hugsandi, at fleiri reiðarí umhugsa at byggja nýggj skip til føroyska flotan. Føroysk reiðarí hava tíverri aftrað seg við at gera íløgur vegna ótryggar umstøður kring virksemið í fiskivinnuni. Tískil áttu føroyskir myndugleikar at umhugsa, hvørjar skipanir kunnu eggja til bygging av nýggjum skipum.

Tveir møguleikar kunnu nevnast her. Annar er, at í løtuni kann landið stuðla skipasmíði við 8 prosentum, og hendan skipanin kundi verið eftirmett, soleiðis at hon kann nýtast til bygging av føroyskum skipum. Hin møguleikin er tann sonevnda tax-lease skipanin, sum t.d. grønlendsk reiðarí hava brúkt til at byggja 6-8 nýggj skip við. Hendan skipanin hevur t.d. givið grønlendskum reiðaríum møguleika at byggja nýggj skip í Spania, har tey spara 15-20% av kostnaðinum. Tilfar um hesa skipan kann fáast til vega, um áhugi er at kanna hesar møguleikar.
 
Viðvíkjandi grein 43, stk. 2 er talan er um eina áseting, sum varð samtykt til 3. viðgerð av lóg um fyrisiting av sjófeingi. Grundgevingarnar í viðmerkingunum fyri § 43, stk. 2 vóru, at av tí at veiðiloyvini vórðu avtikin varð neyðugt við einari áseting, sum hevði til endamáls at tryggja, at skipari og manning altíð hava ein mótpart. Tá ið veiðiloyvini verða sett í verk aftur, er tískil óneyðugt at hava hesa áseting.

Viðmerkingarnar hjá vinnunevndini til hesa áseting mettu eisini um, nær ávísir sáttmálar vóru galdandi, har tað stóð, at “eitt dømi um fiskiskap, sum ikki beinleiðis er fevndur av sáttmálum við føroysk manningarfeløg, er fiskiskapur, har rættindahavari og ábyrgdari av fiskifarinum, sum fiskar av rættindunum, ikki er hin sami.” Hetta er skeivt, tí at sáttmálin fevnir um hetta slagið av fiskiskapi bæði tá og sambært tí nýggja sáttmálanum frá apríl 2019. Løgtingið eigur harumframt ikki at meta um, nær ein sáttmáli er galdandi.
 
Føroya Reiðarafelag, 18. oktober 2019

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo