At vera føðilandsvinur er millum annað at royna at gjalda rokningar sínar rættstundis
- úr Børkuvísum
Politikkur

Gjøgnum valstríðið hava vit hoyrt nógv um at bakka. Eitt, ið hevur verið nevnt, er at man ætlar at bakka aftur í fiskivinnuni. Sjálvur haldi eg, at tað er nakað, ið man longu hevur gjørt.

Við verandi skipan, so er okkara høvuðsvinna bakka nógv ár aftureftir, og bakka langt afturum okkara grannalond.

Hon livur í einari óvissu í dag, ið ikki eggjar til framhaldandi menning og nýskapan, ið skal til fyri, at vit flyta okkum frameftir. 

Tískil skulu vit burtur frá óvissuni, og aftur til tryggari karmar.

Eina skipan við langtíðarloyvum, uttan uppboðssølu og sum steðgar útdeiling av menningarkvotum, men ger tær, ið eru útbýttar til varandi kvotur.

Ein skipan, ið eggjar til menning og nýskapan innan okkara høvuðsvinnu.

Sjálvandi skal eitt hóskandi gjald setast á fyri tilfeingi, men ikki uppá sama máta sum gjørt verður í dag, ið fær vinnuna at bakka. 

Teir tryggu karmarnir eru eisini ein kjarna undir framhaldandi menning av okkara samfelagið.

Ein sterk vinna, er grundsúlan undir, at vit framhaldandi kunnu veita tær vælferðartænastur, ið vit gera í dag.

So mugu vit heldur ikki gloyma tær ringvirkningar, ið vinnan gevur av sær. Hvørja ferð eitt skip kemur inn, og lastin verður landað, so er tað ikki bert manningin, ið fær gleði av hesum.

Tað er sannuliga eisini landarin, fólkið á virkinum, trukksjaførurin og nógv onnur.

Tá skipið so skal avstað aftur, so er tað viðlíkahald og mangt annað, ið má fáast av hondum áðrenn farast skal. Tá eru tað hondverkarar av ymsum slag, fólk við provianti og olju, og eg kundi blivið við.

Tað stutta av tí langa er, at tað eru so ótrúliga mong av okkum, ið fáa ein part av køkuni, tá hesi skip koma til bryggju.

Tí er tað so umráðandi fyri okkara samfelag, at vit leggja okkara fiskivinnu í eina trygga legu, so hon kann flytast frameftir. Fiskivinnan skal ikki bakkast longur, men skal hon framá.

Til frama fyri alt okkara samfelag.

Hetta vil eg virka fyri, um eg fái títt álit á Føroya Løgtingið.

Beinir Johannesen,
valevni Fólkafloksins
#xviða #xviðbeinir

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo