Eingin kann fáa teg at føla teg minni verda uttan títt samtykki
- Eleonor Roosevelt
Vinna

Nýggja “Vinnulívið” setur sjóneykuna á føroysku fiskivinnuna. Løgtingið samtykti í 2017 nýggju lógina um sjófeingi, men hvørja ávirkan hevur lógin á verandi og komandi aktørar?

Í blaðnum eru m.a. samrøður við Hanus Hansen, reiðara í JFK, Hans Andrias Keldurberg, reiðara í Thor, og Dáva Jacobsen, tekniska stjóra hjá Varðanum, ið hava ymiskar royndir við nýggju lógini.

Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, greiður frá sínum sjónarmiðum, samstundis sum Gestur Hovgaard, formaður í metingarnevndini, greiður frá menningarkvotunum.

- Áhugin fyri føroyskari fiskivinnu er stórur. Ikki bara í Føroyum, men eisini í grannalondunum. Tí hava vit í samstarvi við fyritøkuna, Fishfacts, gjørt av at týða blaðið til norskt bokmål. Seinni kemur tað út á engilskum.

- Í fyrstu atløgu verður “Vinnulívið” sent talgilt til norskar, danskar, svenskar og grønlendskar fyritøkur. Hetta gevur okkum fleiri møguleikar.

- Føroyskar fyritøkur kunnu røkka einum áhugaverdum málbólki, samstundis sum útlendskar fyritøkur hava møguleikan at fáa samband við føroyskar fyritøkur. Hetta er win-win, sigur Hanus Samró, at enda. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo