Skal eg velja ímillum frið og rættvísi, so velji eg rættvísi
- Theodore Roosevelt
local.fo

News in English

Mítt tastatur

Trýst á myndina og hon verður størri. Mynd: Petur M Solmunde

Sjey trol- og línuskip liggja og leggja veiðuna upp á Kósini í Klaksvík, til tey um 150 arbeiðsfólkini á virkinum.

Manningin við skipunum telur um 60.

Avleidda virksemi av hesum er mikið og røkkur víða í økinum í og umkring Klaksvík, men hvussu verður í framtíðini, veit eingin at siga í dag.

Tøgn valdar enn viðvíkjandi semjuni um fiskivinnu nýskipanina.

Í gjár boðaði henda myndin frá og undirstrikaði, at Klaksvíkin er fiskivinnu høvuðsstaður Føroya.

Hvussu verður í morgin?

Er fólkaræði í Føroyum so veikt og skirvisligt, at tað ikki tolir og góðtekur, at summi klára seg betri enn onnur?

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo