Ikki fyrr enn ein sær, hvussu barnabørnini taka seg upp, fær ein at vita, um ein hevur uppalt síni børn væl
- Erich Maria Remarque
Tiltøk

Fiskivinnunýskipanin er á breddanum á stórum, politiskum fundi á árligu Sjómannadøgunum. Hvussu roynist nýggja lóggávan, og hvussu gongur við skiftinum frá fiskidagaskipanini til eina kvotuskipan fyri heimaflotan?

Marknaðargrundað skipan. Fleiri aktørar inn í vinnuna. Útlendskur ognarskapur burtur. Uppboðssøla. Menningarkvotur. Hugtøkini hava verið nógv at hoyrt í kjakinum um ta fiskivinnunýskipan, ið kom í gildi á nýggjárinum. Men hvussu roynist so nýggja skipanin fyri okkara høvuðsvinnu? Hvørjir eru fyrimunirnir, og hvørjir eru vansarnir, nú skipanin hevur gott hálvt ár á baki? 

Á árliga fiskivinnutinginum á Sjómannadøgunum kjakast formenninir í teimum sjey politisku flokkunum um fyrstu royndirnar av fiskivinnunýskipanini. 

Í kjalarvørrinum á samtyktu lógini um fyrisiting av sjófeingi kemur stóra skiftið frá verandi fiskidagaskipan til eina kvotuskipan fyri heimaflotan, ið skal fremjast á nýggjárinum. Undir viðgerðini av lógaruppskotinum í vetur ivaðust fleiri í, um tað nú er rætt at vraka fiskidagaskipanina til frama fyri eina kvotaskipan. Hvørja støðu hava politikararnir í dag, og hvussu gongst við fyrireikingunum til hetta skiftið, ið skal fremjast um minni enn fimm mánaðir?

Lógaruppskotið um veiðigjøld varð ikki samtykt og fall tí burtur, tá løgtingið fór í summarfrí. Politiska telvingin um fíggjarliga partin av fiskivinnunýskipanini er tí framvegis ikki liðug, og lógaruppskot um veiðigjøld skal leggjast fyri løgtingið av nýggjum. Men hvørji eru útlitini fyri breiðari semju um henda partin av fiskivinnunýskipanini?

Fiskivinnutingið er ein almennur fundur, har eisini áhoyrarnir fáa høvi at seta politikarunum spurningar. 

Luttakarar:

Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum

Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum

Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum og løgmaður

Jógvan Skorheim, formaður í Sjálvstýri

Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi og landsstýrismaður í fiskivinnumálum

Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum

Poul Michelsen, formaður í Framsókn

Orðstýrari: Jón Brian Hvidtfeldt

Fiskivinnutingið verður hildið í Skúlanum á Skúlatrøð í Klaksvík mikukvøldið 15. august klokkan 19. Norðlýsið stroymar fundin. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo