Tann sum øvundar er ikki at øvunda.
- úr Børkuvísum
Lesarin skrivar

Tað er heldur ongin ivi um at tað er Føroya Løgting sum er evsta vald í Føroyum, og Føroya Løgting skipar seg við einum meiriluta og einum minniluta.

Vit hava nýliga valt nýtt Løgting sum setur tær lógir í gildi sum meirilutin vil hava.

Tí er tað ófatuligt at Høgni Hoydal sum endavendi øllum fiskivinnulógum í seinastu setu nú er á gosi og kallar tað rán sum ein púra lógligur meiriluti samtykkir.

Tað sær út sum hann hevur fingið uppisjóar og Barentshavs trolarnar fullkomiliga í rangastrúpan.

Hann tekur ikki restina av flotanum uppá tungu.

Hetta byrjar at blíva nakað skummult at ein partur av vinnuni verður jagstraður fyri góða gongd.

Tað er sera sera harmuligt sum gjógvin ímillum politisku vongirnar á Løgtingi er vaksin, tað tykist sum at alt vit og skil er sett til viks. Eg havi altíð havt áhuga hvat í fyriferst, men ongantíð luttikið í politiska spælinum, men í seinastuni havi eg harmast um gongdina og sum pensionistur havi eg góða tíð at fylgja við. Tað er óunniligt at stríðið skal harðna nú tá vit hoyra dag og dagliga politikarar tosa um hvussu væl tað gongur fíggjarliga í Føroyum, vit liva í ríkasta landi í verðini og tað er kanska nakað um tað.

Vit mugu eisini ásanna at hetta ríkidømi er ikki komið av sær sjálvum, vit hava bara havið at lívbjarga okkum við. Umleið helvtin av virðinum koma av okkara firðum, har alingin hevur sítt virksemi. Hin helvtin kemur úti av havinum.

Ì báðum førum eru virðini komin til høldar tí tað eru nakrir persónar sum hava havt dirvi og áræði til at herja á aftur aftaná bakkøstini sum alið hava verið og altíð fara at koma. Av teimum sum ganga á odda í vinnuni eru tað bara onkur hendingur sum ikki er farin um eina ella fleiri tvangsaktiónir.

Tá var kvirt við umtalu um hvat hesir persónar fóru ígjøgnum av persónligum og vinnuligum kvølum.

Her á landi er tað soleiðis at tá tað gongst einum illa fer hann ikki út alment at gremja seg. Tann sum hevur verið ígjøgnum tað kvørnina veit hvussu einasmallur ein verður, telefonin tagnar, fólk ganga av vegnum og hyggja burtur og tann sum er raktur kennir seg sum ein spitalskan - ongin spyr hvussu gongst.

Havi tíverri roynt tað sjálvur.

Vit hoyra ofta um at fýra familjur eru farnar við øllum ríkidøminum, ein skuldi trú at tey bæði hava stolið og rænt, men veruleikin er at tað er dugnaskapur saman við røttu tíðini á rætta stað. Hugsi at tey sum hoyra til hesar familjur mugu ikki hava tað so gott altíð, hevur pápin, abbin ella bróðurin virkiliga bara krøkt so nógv undir seg av órættin.

Tey eldru í somu familjum minnast helst dagar við vøkunætrum tá skip og virkir vóru tvangseld.

Hendan hetsin er óunnilg og kemur helst at breiða seg. Tað eru fýra feløg sum dríva alivinnuna, skjótt verða bara fýra stór fjós í landinum, innan handilsvinnununa eru lítið meira enn fýra stórar fyritøkur. Hetta er ein leið sum vit ikki sleppa undan.

Fáur man vilja aftur til tíðina við flakavirki á hvørjum tanga, og hvør fjørður við fleiri feløgum sum høvdu alivinnu. Hetta er stórdrift sum eisini er komin til okkara, tað sær út til at vinstrivongurin ikki hevur sæð ljósið. Teir hava helst ongan mistanka um hvar vælferðin er komin frá.

Seinastu 10 árini hevur rikið við hjá báðum høvuðsvinnunum og sjálvandi skapar hetta ein vælstand sum sæst aftur í hvørjum króki. Hetta eiga vit at gleðast um, men tað sær út sum ein stórur skari av fólki okkara ikki skilir hví tað gongst væl og tað er helst ikki so løgi.

Tá ein ikki hevur samband við vinnuna og ongantíð tosar við nakran sum er har, er skjótt at blíva tikin av fótum og fer at trúgva teimum sum dag og dagliga trútta niður í fólk hvussu forferdiligt hetta er.

Tað sær út til at almenna pressan eisini letur seg brúka í ræðu herðferðini.

Vit hava eitt støðugt vaksandi lið av fólki sum siga at hetta er fólksins ogn og teir sum fiska blíva nú svínaðir úti í fjøðlmiðlunum fyri at vera korruptir, stjala, kráma undir seg og tað ið verri er.

Tá undanfarna samgonga var sett við stýrisvøl fingu vit at vita at nú skuldi ein nýggj skipan gerast og fólkið skuldi sjálvt verða arkitektur til eina nýskipan av fiskivinnuni.

Táverandi landstýrismaðurin segði at nú skuldi tey sum kendu til vinnuna og høvdu bestu førleikarnir til at gera eina spildurnýggja fiskivinnulóg.

Hetta ljóðaði ordiliga skilagott og sami landstýrismaður bedýraði alment at hann fór ikki at blanda seg í tað arbeiði.

Hesi fólkini í nevndini skuldi vera fólksins umboð og við tí breiða skara skuldi tey seta út í kortið. Hetta ljóðaði gott, nevndarlimir vóru úr øllum áhugabólkum á landi og sjógvi so føroyska fólkið var væl umboðað.

Landstýrismaðurin segði at teir sum vóru í vinnuni høvdu bestu fortreytir at gera eina nýggja lóg og hann for at lurta eftir teimum.

Tað gingu bara nakrir dagar til tann fyrsti fór úr supernevndini hjá landstýrismanninum og síðani fór restin mann eftir mann á dyr, nakrir koyrdir, arðrir sjálvbodnir.

Nevndarformaðurin var ein tann síðsti sum fór.

Teir kundu ikki taka undir við tí sum landstýrismaðurin - sum ikki skuldi blanda seg - kom við.

Síðani kom eitt útvalt lið sum var headhuntað og sum tók ímóti harraboðunum og úrslitið kenna øll.

Hesir kommiserarnir fóru beinavegin ígongd við at uppfylla ynskini hjá landstýrismanninum - sum ikki skuldi blanda seg.

Tey sum vóru og luktaðu til útróður í Albania á sinni, blivu reyðgløðandi av spenningi nú teir hómaðu møguleikar at sleppa framat og hava nú lærarar og ráðgevar fingið annað beinið innanfyri fiskistýringina.

Nú møta vit teimum í allari yvirflóðini við fullum innkeypsvognum í SMS, nikkandi til høgru og vinstru áðrenn teir fara í luxusbilin.

Kann tað hugsast at hetta var fyrsta stigið í einari ætlan har alt vinnulív skal verða stýrt av tí almenna, hugtakið: Fiskurin er fólksins ogn, er blivið eitt mantra seinastu fáu árini og nú veitrar tað sum høvuðsflaggið hjá vinstravonginum.

Hetta onki sigandi tóma hugtakið kom frá einum fólkaflokksmanni sum var landstýrismaður í fiskivinnumálum - stikk den - hugtakið kom sum ein juridisk neyðloysn og hevur ligið meir ella minni í dvala í nógv ár, ongin gav sær far um hetta sjálvsagda hugtak.

Vit kunnu eisini spyrja hvønn annan um hvør uttan vit eiga tað sum er innan 200 fjóðringar og tær kvotur sum menn hava skaffað okkum við tógvi stríð á langfaraleiðum.

Men nú gongur onnur hvør kona og veitrar við hesum tóma hugtaki um at fólkið eigur fiskin.

Ì dreymaverðini hjá einum stórum parti av akademisku elituni er tað helst so, at tá fiskurin er ogn hjá fólkinum, hví ikki so lata fólkið sjálvt fiska alt við fólksins skipum, man hesin dreymurin ikki verða vaknaður aftur. Tað er ongin grund til at teir sum fiska skullu fara við øllum virðunum í landinum.

Løgtingsval verður lítið virt - sjálvandi - hvat skal Palliba hava skil uppá planøkunomi, tað eru aðrir fíggjarligir profetar sum fortelja okkum hvusu vit skullu gera.

Hví skulu nakrir fáir eiga alt verður rópt um allar geilar, ein professari í onkrum stóð á Vaglinum og rópti um korrupsión og stuldur. Eitt nýtt orð er tikið í brúk sum vit hoyra dagliga Fámannaveldi.

Javnaðarflokkurin var einaferð slitmannaflokkurin, verkamannaflokkurin. Hvat stendur hann fyri í dag?

Hvussu nógv samband hevur hesin flokkurin við mannin á gólvinum, hvar slitmaðurin av og sjálvdan hoyra vit um verkamannin, ein av bossunum segði eisini so rámandi at stættarstríðið var av og tað mugu vit eisini sanna.

Tjóðveldi sum einaferð var mest sum reinur fiskimannaflokkur, var garanturin fyri at ein dag skuldu føroyingar ráða í egnum landi. Tað vóru bringubrattir menn uttanfyri Havnina sum mannaðu flokkin. Hvussu er vorðið nú.

Ein damuflokkur við einum formanni sum tá hann er kroystur tekur og floytar til kravgongu á Vaglinum. Tá tysjar allur riðilin sum gongur ì skúla í Havn til hjálpar.

Føroyska republikkin er ein býur í Russlandi.

Tjóðveldi hevur sitið á pengakassanum seinastu 4 árini og ikki eitt kvekk er komið um at minka olmussublokkin.

Guð hjálpi mær at eru teir longu nú farnir at skrála um at minka blokkin.

Hetta váttar at størsti garanturin fyri at vera verandi undir danska skjúrtuvelinum er Tjóðveldi.

Tá vit hyggja yvir Føroya Løgting í dag er bara ein siglandi maður at hóma.

Grát mítt elskaða land, tí eg eri stórliga bangin fyri at tað eru nógv av okkara lesandi undómi sum fá serverað forkvaklaðar lærdóms teorir sum siga at tá vit nú hava lóggivið at fiskurin er fólksins ogn, er tað nærliggjandi at spyrja, hví ikki lata fólkið fiska?

Vit hava skipini sum nú eru í heilt góðum standi. Lat okkum seta útflutningsbann fyri skip og ognartaka øll skipini, eisini útróðraflotan. Hetta hevði spart okkum fyri samráðingar um hýrur, um avreiðingar prísir og annað sum vit keglast um dagliga. Hetta hevur jú verið ein dreymur longi. Vit sleppa undan uppboðsølum og slíkum fjasi. Allir umborð fáa somu fasta løn. Eisini teir báðir eftirlitsmenninir sum skullu vera umborð á hvørjum einasta fari.

Nú fokusera vit so nógv uppá 3-400 milliónir sum koma inn í avgjøldum frá fiskivinnuni, tað eru reinar piparnøtur í mun til tað vit fara at fáa tá vit øll eiga alt.

Hetta er ikki nýhugsan, ein hópur av londum hava havt hesa skipan og nógvir føroyingar hava verið sum eygleiðarar í hesum londum, enn tá í Norður-Korea.

Okkum nýtist sostatt ikki at fara uttanlands eftir vegleiðarum, teir standa og trippa fyri at vísa á gongdar leiðir.

Hetta er helst einasti vegur at ganga, men hvussu skulu vit gera?

Georg Orwell gjørdi eina fullfíggjaða uppskrift fyri longu meira enn hundrað árum síðani. Hann skrivaði eina bók sum eitur Animal Farm. Bókin er eisini týdd til føroyskt.

Um vit googla, finna vit ein frálikan teknifilm sum er gjørdur um bókina, einklari verður tað neyvan.

Hesa bókini skuldu allir skúlar á hægri støði ognað sær og brúkt sum lærubók.

Ah.T.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo