Sjúkt er samfelag, har tað loysir seg best einki at eiga og einki at tíma
- úr Børkuvísum
local.fo

News in English

Vinna

Fjord byrjaði sítt virksemi  fyri trimum árum síðani. Tað fyrstu tíðina var talan einans um plakatir, men nú fevnir virksemi um fleiri aðrar vørubólkar so sum koppar, postkort, magnetir, barnaklæðir o.a. Myndaevnini eru hugnalig og til tíðir skemtilig við íblástri frá føroyskar mentan og siðvenju.

- Tíðin var nú búgvin til at lata upp eina sølubúð í heimbygdini, sigur Suffía Nón, sum er kvinnan aftanfyri Fjord.

- Fjord hevur ta seinastu tíðina hildið til í kjallaranum hjá foreldrunum, men nú varð vøruúrvalið blivið somikið stórt, at eg var noydd at at leita eftir nýggjum og størri hølum.

- So var tað somikið heppið at eg fekk bjóðað at leiga hesi hølini, ið eg eri sera glað fyri. Ein stórur partur av fólkunum ið koma á gátt hjá Fjord eru ferðafólk, og tey dáma sera væl at kunna seta seg niður og  fáa eitt hugnaligt prát, so hetta havi eg gjørt pláss fyri í teimum nýggju hølunum, sigur Suffía Nón.

Vørunar frá Fjord hava verið sera væl móttiknar bæði í Føroyum og uttanlands, og eru tað nokk nógv heim kring heimin, sum hava eina plakat frá Fjord hangandi á vegginum.

Fjord hevur samstarv við handlar kring alt landið sum selja vørunar, eins og tað eru handlar í Danmark sum selja vørunar frá Fjord.

- Eg eri allatíðina í holt við at menna nýggjar vørur, og tað verður skjótt eisini nýggjar vørur skjótt at síggja í Fjord sølubúðini, sigur Suffía Nón.

Í samband við at Fjord letur upp sølubúð í Fuglafirði komandi leygardag verður móttøka kl 14 har Høgni Lisberg og Bárður á Lakjuni koma at framføra, og eisini verður okkurt gott til góman.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo