Taparin rósar sigurharranum og minkar um ósigurin. Vinnarin rósar taparanum og veksur um sigurin
- úr Børkuvísum
Framsýningar

Í hesum døgum hevur Fjord Plakat søluframsýning í Ribarhús í Fuglafirði. Fjord Plakat ger hugnaligar, og til tíðir skemtiligar, grafiskar plakatir til børn og vaksin við íblástri úr føroyskari mentan og siðvenju.

Sniðgevin aftanfyri Fjord Plakat er Suffía Nón, og navnið Fjord Plakat kemur av heimstaðnum Fuglafjørður. Suffía sigur, at hon altíð hevur verið heimkær, og tí fall navnið Fjord Plakat henni natúrligt.  

Suffía sigur at hon er púra ovfarin, men sera glað og takksom fyri góðu móttøkuna plakatirnar hava fingið. Hóast Fjord Plakat bert hevur verið í gongd í einar góðar tríggjar mánaðar, og einans havt virksemi á facebook og Instagram eru sera nógvar plakatir seldar, bæði í Føroyum , Noregi, Svøríki, Danmark – og enntá til Italia.  

Fyribils hevur bert verið gjørligt at síggja plakatirnar hjá Fjord Plakat á netinum, men við einari søluframsýning sum hesari,  fær man møguleika at síggja hvussu plakatirnar síggja út í eini rammu  á einum veggi, sigur Suffía Nón.

Allar plakatirnar, ið eru við á framsýningini, eru teknaðar í tíðarskeiðnum september til november í ár, og eru tí spildur nýggjar.

Framsýningin er opin fram til 9. des. Mánadag til fríggjadag frá kl 15.00 til kl 17. 30. Leygardag frá kl 11.00 til kl. 13.00.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo