Neyvan nøkur kropsvenjing er betri fyri hjartað enn at rætta fólki eina hjálpandi hond
- John Andrew Holmes
Bøkur

Les um bygdamyndina í Hósvík, Gudrun Joensen, ið millum annað greiðir frá um bygdarlívið og um lívið eftir at hon misti mannin Magnus.

Um fimtan ára gamla Hjalmar, pápa hansara, Benjamin, og abba hansara, Sjúrð og um hvønn týdning teir halda, at familjan hevur. Um Alfred Olsen, ið greiðir frá, hvussu hann hevur valt at liva lívið, eftir at hann er vorðin pensjónistur.

Í drúgvari grein skrivar Rólant Dam, at lívslongdin valdast sosial sambond, og at sosialir miðlar telja ikki við.

Umframt hetta, so greiðir Kirstin Ellingsgaard, ergoterapeutur, í blaðnum frá um hvat húðhungur er, og Suni Poulsen, sálarfrøðingur, greiðir frá, at einsemi er líka so heilsuskaðiligt, sum at roykja 15 sigarettir um dagin.

Í blaðnum hesaferð hava vit verið á vitjan á Heiminum við Vágna í Klaksvík, og Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvíkar Kommunu, greiðir frá um eldraøkið í Norðoyggjum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo