Ikki fyrr enn ein sær, hvussu barnabørnini taka seg upp, fær ein at vita, um ein hevur uppalt síni børn væl
- Erich Maria Remarque
Vinna

Hagstovan: Av øllum útflutninginum fyrra hálvár í ár fór nógv mest til Russlands.

Útflutningurin til Russlands vaks við 332 mió. kr. í mun til fyrra hálvár í fjør, so vit nú útflyta vørur til Russlands fyri 1,1 mia. kr., svarandi til 27% av øllum.

Laksur er størsta einstaka vøran, vit selja til hesi 6 tey størstu nýtslulondini. Til Russlands er helvtin av útflutningsvirðinum laksur, síðani makrelur og sild.

Til  USA, Týsklands og Kina er næstan alt laksur, meðan toskur, hýsa o.a. botnfiskur stendur fyri tí mesta til Bretlands.

Eftir aldarskiftið eru stórar broytingar hendar í landabýtinum í útflutninginum. Nógv tann størsta broytingin er øgiligi vøksturin til Russlands, men eisini til USA og Kina.

Útflutningurin til Týsklands og Niðurlond er eisini vaksin nógv. Útflutningurin til tey nýtslulondini, sum lógu ovast um aldarskiftið, Danmark, Bretland, Italia, Spania og Frakland, er minkaður nakað, men er enn í tí ovasta endanum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo