Sterkar kvinnur kunnu bert vera giftar við veikum monnum
- Betty Davis
local.fo

News in English

Vinna

Nettosølan minkaði bara eitt vet - úr 250 niður í 249 milliónir krónur. Men ársúrslitið minkaði niður í nærum ein triðing. Tað var stívliga 3 mió kr í 2017 men einans 1,2 mió kr í fjør.

Leiðslan sigur í frágreiðingini, at ímeðan tað eydnaðist at halda fast í søluna, so gjørdi herda kappingin, at fortjenastan ikki fylgdi við. Leiðslan er kortini nøgd við úrslitið. Og hon væntar sær meira av inniverandi ári.

Fíggjarstøðan javnvigar við sløkum 96 mió kr og eginognin er slakar 49 mió kr.

Í samband við roknskapin er ein týðandi feilur staðfestur sum er, at søla av vørum hjá Danske Spil er tikin við í samlaðu søluna. Men av tí at inntøkan bert er provisión av søluni, eru rættingar gjørdar fyri 7,8 mió kr í 2018 og 8,7 mió kr í 2017 í postunum søla og vørunýtsla.

Broytingarnar ávirka tó hvørki ársúrslit ella fíggjarstøðu, skrivar grannskoðarin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo