Tað er hættisligt at hava rætt, tá hitt almenna er á skeivari leið
- Voltaire
Innlendis ítróttur

Flaggdagshaldið á Vaglinum var ein kaldur umgangur í dag, men sera væleydnað kortini. Nógv fólk og gott lag, Johanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways, helt røðu.

Flaggdagsrenningin, sum Bragdið hevur skipað fyri í samfull 30 ár, fekk sera stóra undirtøku.

Heðin Mortensen, borgarstjóri, setti flaggdagsrenningina í gongd. Sjálvur hevur hann runnið nógv seinnu árini, somikið, at tað er vorðið ein lívsstílur hjá honum.

Borgarstjórin ynskti Bragdinum tillukku við at hava fyriskipað flaggdagsrenningini í 30 ár og frøddist um stóru luttøkuna.

Síggj fleiri myndir

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo