Borgarlig og sosialistar eru sum kona og maður. Skilja ikki altíð hvønn annan, men fáa allíkavæl húsarhaldið at hanga saman
- Ókendur
Lesarin skrivar

“Men eitt er eftir enn. Tú kanst ikki undir Merkinum luttaka á ítróttastevnuni yvir allar, teimum olympisku leikunum. Vit lúka snøgt sagt ikki treytirnar, tí vit verða ikki mett sum fullgóð sjálvstøðug tjóð”, segði Jógvan Arge í flaggrøðu síni í Fámjin í gjár.

“Tað er ein serstakur heiður at verða biðin til flaggrøðara í Fámjin, tí her í gomlu Vesturvík hjá Doffanum og Jansaguttunum er fyrsta stóra eintakið av tjóðflaggi okkara varðveitt. Tað er fáminingum og bygdini til miklan sóma, at okkara krossmerki hevur fingið pláss í sjálvari Fámjins kirkju.

Tað var eisini her í bygdini, Merkið veittraði á fyrsta sinni í Føroyum. Unglingin úr húsunum vesturi á Fløtti, Jens Olivur Lisberg, eisini ættaður úr Smiðuni, var ein av monnunum aftanfyri flaggið. Hann hevði tað við sær heim í summarfrí og lat tað veittra her tann 22. juni 1919.

Síðani hevur Merkið veittrað víða um heimin. Føroysk skip hava siglt um allan knøttin undir Merkinum, føroysk ítróttafólk hava kappast undir tí um allan heim, og onnur føroysk umboð hava verið úti í heimi við Merkinum í sínum skjøldri.

Føroyingar royna seg eisini sum fjallaklintrarar á heimsins hægstu fjøllum. Tá hava teir havt Merkið við sær. Ørindini vórðu ikki hildin vera fullgjørd, fyrrenn Merkið hevði veittrað ovast á Mont Blanc í 2010, á Aconcagua í Suður Amerika í 2012 og ovast á heimsins hægsta fjalli Mont Everest í 2014.

Ja, tú kanst fara heilt upp á Mont Everest við Merkinum. Tú kanst kappast í flestu ítróttagreinum heimsins undir Merkinum. Men eitt er eftir enn. Tú kanst ikki undir Merkinum luttaka á ítróttastevnuni yvir allar, teimum olympisku leikunum. Vit lúka snøgt sagt ikki treytirnar, tí vit verða ikki mett sum fullgóð sjálvstøðug tjóð.

Kravdu lóggávuvald til løgtingið
Søgan um Merkið byrjaði eftir fyrra heimsbardaga. Studentarnir Janus Øssursson og Jens Olivur Lisberg komu í Keypmannahavn nógv saman við íslendskum studentum og vóru sera hugtiknir av teirra fosturlandsalski og sjálvbjargnisanda.

Teir vóru við á íslendsku veitsluni fyri sjálvsstýrinum 1. desember í 1918, og høvdu merkt sær, at íslendingar høvdu fingið sítt egna krossmerki viðurkent longu í 1913.

Janus Øssursson tók til, at føroyingar flaggaðu við einum merki, sum ikki var føroyskt, tá ið teir annaðhvørt boðaðu frá sorg ella gleði. Nú settu studentarnir sær fyri at gera eitt rættiligt føroyskt flagg í staðin fyri veðra- og tjaldursmerkini, sum higartil høvdu verið nýtt.

Jens Olivur tók til, at “skulu føroyingar eina ferð koma so langt, at teir allir vilja draga eina línu og rógva á sama báti, má báturin hava eitt merki”.

Studentarnir vóru eisini sera eldhugaðir fyri teimum sjónarmiðum, sum amerikanski forsetin Woodrow Wilson bar fram um at skipa eina Fólkasamgongu, har allar tjóðir skuldu eiga sess, og allar tjóðir hava frælsi til at ráða fyri sínum egnu viðurskiftum.

Studentafelagið heitti í 1919 á løgtingið um at krevja, at tann grundlógin, sum var í umbúna í Danmark, varð orðað soleiðis, at Føroya løgting kundi fáa lóggávuvald, uttan at grundlógin harvið skuldi broytast.

Løgtingið tók undir við hesi áheitan, men meir spurdist ikki burtur úr á hesum sinni. Í mars 1919 var flaggið einmælt góðkent í Studentafelagnum, og í juni høvdu føroyingar tað við á útferð í Norðmansdalinum í Fredensborg.

Ein søga er, at arkitekturin á Tvøroyri, Johan Hofgaard, var flaggberi, men honum dámdi ikki at bera Merkið framvið kongliga slottinum. Tí tók unglingin Kjartan Mohr yvir sum merkismaður og bar Merkið gjøgnum skerseldin.

Vágbingurin Gunnar Dahl Olsen var tann fyrsti, sum yrkti um Merkið:

Reytt sum blóð og fannahvítt, og blátt sum havsins bylgja
verð heilsað Føroya flaggi frítt, sum føroyingum skal fylgja
frá vøggu og til svørtu grøv – yvir lond og yvir høv.

Jens Olivur var tann kveikjandi og eggjandi sálin í føroyska studentalívinum í Keypmannahavn. Hann las løgfrøði, og hansara hugur stóð til at gerast hægsti embætismaður í Føroyum.

Hann tók 1. part í 1920, men doyði av sjúku longu sama árið bert 23 ára gamal. Studentafelagið í Keypmannahavn heiðraði hann við vøkrum gravsteini her í Fámjins kirkjugarði við áskrift eftir meginskaldið Janus Djurhuus: “Ungur fórt tú felags-bróðir, tú vart drongur aðalgóður”.

Á sjógvi og landi
Merkið fekk skjótt góða undirtøku í Føroyum. Flaggað varð beinanvegin við tí á fólkafundum og øðrum samkomum, og skjótt fóru bátar og skip eisini at brúka Merkið. Í 1930 var eitt beiskt stríð. Danska stjórnin fekk okkara flagg strikað á 1000 ára hátíðini á Tingvøllum, og sjálvt løgtingið sýtti fyri at flagga við tí á 900 ára haldinum fyri deyða Ólavs kongs Halga.

Tá prædikan hendan ólavsøkudagin varð hildin á donskum, var ruðulleikin fullkomin. Bara 11 tingmenn vóru við í skrúðgonguni oman í kirkjuna. 12 settust aftur, tí teir vildu ikki lýða á danska prædiku ein slíkan hátíðardag. Hetta var helst dyggiligasta mótmæli, sum nakrantíð var sæð í Føroyum.

Stór gøla stóðst av, at Merkið varð hongt út av loftsvindeyganum í løgtinginum, samstundis sum Dannebrog fall niður á eina stong í skjøldrinum.  Páll í Kirkjubø rópti “Leingi livið føroyska flaggið”, og amtmaðurin rópti “Tag den klud bort”. Páll bóndi fekk 300 krónur í bót fyri sína herferð. Føroya flaggfelag rindaði bótina og við viðmerkingini: “Vit mótmæla, hevja okkara flagg og krevja okkara rætt.” 

Stríðið um flaggið helt fram øll tríatiárini, ikki minst í tinginum, sum alt eftir, um sambandið ella sjálvstýrið ráddi, flaggaði annaðhvørt við Danneborg ella Merkinum. Og flaggmálið var ikki loyst, tá Føroyar vórðu hersettar í apríl 1940.

Nú ornaði tað politiska landslagið. Longu sama dag, sum Danmark var hersett, frættist í havnargøtum, at fólk vildu hava løgtingið at lýsa Føroyar sum sjálvstøðugt land. Dagin eftir varð Christian kongur 10. frákoyrdur í Íslandi. Í Havn var stór mannamúgva í gøtunum allan dagin. Tingið hevði fund, men hurðarnar vóru læstar. 

Hósdagin 11. apríl segði Churchill í BBC, at Ongland hevði tikið Føroyar. 12. apríl kastaðu tveir lættir enskir oyðarar akker í Havn. Tveir yvirmenn fóru niðan til amtmannin. Leygardagin 13. apríl kastaði ein enskur krússari akker á Havnini og setti 250 hermenn á land. Teir marsjeraðu niðan í Klubban, Tórshøll og Sjónleikarhúsið. Øgiliga nógv fólk var í gøtunum og njósnaðist.

Týska radioavísin segði, at onglendingar høvdu tikið týska konsulin í Føroyum Richard B. Thomsen á Tvøroyri. Konan visti ikki, hvar hann var, segðist. Neyvan er nógv satt í hesum, skrivaði pápi mín í dagbók sína.

Bretar velja Merkið
Sørvágssluppin “Eysturoyggin” var longu 11. apríl steðgað niðri við Orknoyggjar og biðin um at strika danska flaggið. Skiparin vísti hermonnunum á føroyska flaggið, og bretarnir góvu boð um at heysa tað.

Í Aberdeen vórðu fleiri fløgg gjørd eftir hesum flaggi, og so pø á pø komu skip aftur úr Bretlandi undir Merkinum. Ongin støða var tikin í Føroyum. Amtmaðurin helt upp á Dannebrog.

Dagbókin 23. apríl: Amtmaðurin sendir boð út á trolaran “Norðbúgvan” um at taka føroyska flaggið niður, áðrenn hann fer til Onglands. Skiparin svarar, at tað hevur hann ikki stundir til. Hann skal hugsa um tað, til hann kemur uppaftur.

Tíðindi ganga um, at amtmaðurin hevur uppskot um eitt grønt flagg við hvítum krossi. Fólkið øsist upp. Edward Mitens sigur, at krígsnevndin tingast um flaggspurningin. Jóannes Patursson heldur ikki, at amtmansuppskotið er samtykt.

24. apríl ljóðar, at landsnevndin hevur felt amtmansuppskotið, men amtmaðurin heldur kortini upp á sítt.

Ungmannafelagið Merkið kallar til fund á Tinghúsvøllinum um kvøldið. Øgiliga stór mannamúgva kemur saman. Fundurin samtykkir at heita á amtmannin um at brúka føroyskt flagg á skipunum.

Farið verður við 11 føroyskum fløggum á odda oman til amtmannin við fundarsamtyktini. Amtmaðurin svarar, at hann hevur mótmælt hjá bretum, at føroyingar fara at sigla undir øðrum enn Dannebrog.

Hann sigur tað vera ósatt, at hann hevur skotið grøna flaggið upp.

Nú varð farið út til bretska sendimannin í Rættará við einum brævi, sum segði, at stórur partur av Føroya fólki vildi ikki hava annað flagg enn tað føroyska. Kvøldið endaði við “Tú alfagra land mítt” á Tinghúsvøllinum.

Hósdagin 25. apríl boðar bretska flotaleiðslan frá, at øll føroysk skip skulu hava føroysk fløgg.

Amtmaðurin játtar eftir – sum umstøðurnar eru. Fundur er aftur á Tinghúsvøllinum. Fólk ynsktu hvør øðrum til lukku. Síðani var skrúðgonga út til konsul Mason, har enski og føroyski tjóðsangurin vórðu sungnir og fløggini heilsaðu.

Skrúðgongan fór síðani gjøgnum allan býin og endaði á Tinghúsvøllinum. Longu hetta kvøldið varð heitt á fólkið um í framtíðini at virða, at 25. apríl er flaggdagur Føroya. Tåa “Nú dagurin at enda er” var sungin, sló mannamúgvan ring á Tinghúsvøllinum.  

“Flaggið einsamalt ger jú onki”
26. apríl eru nógv føroysk fløgg vundin á stong í Havn. Tey, sum ikki hava stong, hava hongt flaggið út av vindeyganum. Øll skipini flagga við føroyskum flaggi, og trolarin “Tór I” hevur øll signalfløggini uppi.
Skrúðgonga fer út á keiina, har Jóannes Patursson takkar sjómonnum fyri teirra avrik. Óla Jákup Jensen takkar sjómanna vegna. Skrúðgongan fór síðani aftur á Tinghúsvøllin.

Dagin eftir gekk ein adressa í Havn. Endamálið var at senda Jóannes Patursson og aðrar bygdarmenn úr Havnini, um kravgongurnar hildu fram.

Dánjal Pauli í Búðini á Velbastað var systirsonur Jens Olivur Lisberg. Eg spurdi hann einaferð, hvønn týdning Merkið hevði havt fyri hann. Jú, Dánjal var ógvuliga fegin um Merkið og tann leiklut, sum mammubeiggin hevði havt, men sum tann politiski persónurin, hann var, legði hann aftrat: “Flaggið einsamalt ger jú onki”.

Merkið er frá tíðini eftir fyrra heimsbardaga, og studentaflaggið fekk sum fráleið nógvar viðurkenningar, men av tí, at Føroyar ikki hava rokkið málið um fult frælsi til at avgera síni egnu viðurskifti, sleppur Merkið ikki inn um allar dyr kring heimin. Vónandi kemur eisini tann dagur, tá Merkið veittrar allastaðni, javnbjóðis øðrum merkjum.  

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo