Ein bankastjóri er ein maður, sum lænir tær eitt regnskjól tá sólin skínur, men tekur tað frá tær aftur, so skjótt tað fer at regna
- Mark Twain
Útlendis ítróttur

Í morgin er Super Bowl á skránni í Atlanta, har Los Angeles Rams og New England Patriots bresta saman.

Í hálvleikinum skal kendi bólkurin Maroon 5 framføra - eftir at millum annað Rihanna og Cardi B hava sýtt fyri at framføra.

Tey eru ikki so fá, sum ikki eru nøgd við avgerðina hjá Maroon 5 at framføra til tað sonevnda "Half-time Show". Ikki færri enn 114.000 fólk hava skrivað undir uppá, at Maroon 5 eigur at lata vera við at framføra.

Hetta hendir í kjalarvørrinum av, at NFL hevur gjørt av at geva teim feløgum eina bót, hvørs spælarar fara á knæ undir amerikanska tjóðsanginum.

Tað var í 2016, at Colin Kaepernick fra San Francisco 49ers fór á knæ undir amerikanska tjóðsanginum sum eitt mótmæli ímóti kúganini av svørtum fólkum í USA. Eftir hetta fylgdu fleiri spælarar honum eftir - til mikla vreiði fyri millum annað amerikanska forsetan Donald Trump, sum heitti á NFL um at revsa hesar leikarar.

Tað er vanligt í USA, at amerikanski tjóðsangurin verður spældur, ella sungin, undan almennum tiltøkum.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo