Borgarlig og sosialistar eru sum kona og maður. Skilja ikki altíð hvønn annan, men fáa allíkavæl húsarhaldið at hanga saman
- Ókendur
Onnur tíðindi

Hjá summum loysir tað seg enn tann dag í dag, at tey arbeiddu fyri Týskland í nazitíðini. Men tað ætlar Belgia nú at steðga, og fer at taka upp samráðingar við Týskland.

Tað snýr seg um eini 30 fólk í Belgia sum fáa ímillum 3.100 og 9.500 kr um mánaðin úr Týsklandi, tí tey arbeiddu fyri Nazi-Týskland undir Seinna Heimsbardaga. Til samanberingar kann nevnast, at tey sum vórðu noydd av Týsklandi at arbeiða í arbeiðslegum, fáa umleið 375 krónur um mánaðin í endurgjaldi, skrivar DR.

Tað er tó langtífrá bara í Belgia, at so er. Sambært miðlinum RTBF eru fólk í Spania, Svøríki og Sveits sum framvegis fáa hesar krígspensjónirnar útgoldnar frá týska statinum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo