Tann verður glaður sjálvur, sum ger onnur glað
- Mark Twain
Innlendis ítróttur

Fótbóltsskúlin hjá FSF hevur í nógv ár verið ein fastur partur av føroyska summarnum og fótbóltsárinum hjá ungum ágýtnum fótbóltsleikarum.

Fótbóltssamband Føroya fer tí sjálvandi at skipa fyri fótbóltsskúlum aftur í summar, hesir verða skipaðair saman við feløgum kring landið.

Í fjør varð skipað fyri trimum fótbóltsskúlum, men tað er gleðiligt, at vit nú kunnu kunngera, at í ár verður talan um ikki færri enn fimm fótbóltsskúlar, ið verða hildnir á Toftum (B68), í Tórshavn (HB), á Eiði (EB/Streymur), í Sørvági (07 Vestur) og á Argjum (AB).

- Vit fegnast um, at fleiri feløg ynskja at vera partur av fótbóltsskúla-tiltakinum, sigur Christina Ravnsfjall, grassroots-samskipari hjá FSF. Hon leggur afturat, at hetta er eisini í tráð við ætlanina hjá Fótbóltssambandi Føroya, um at fáa enn fleiri børn og ung kring alt landið at spæla fótbólt.

Møguleiki er at lesa meira um fótbóltsskúlar á heimasíðuni hjá FSF.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo