Tað gagnar lítið at kenna prísin á øllum, um ein ikki kennir virðið á nøkrum
- Albert Einstein
Onnur tíðindi

Steinformasjónin Uluru, eisini kend sum Ayers Rock, dregur stórt tal av turistum til sín, sum ætla sær at klíva upp á toppin áðrenn tað verður forboðið frá og við oktober.

Tað er eftir ynski frá upprunafólkinum sum eiga økið.

Lokalu aboriginararnir meta staðið sum heilagt, og vilja verja tað.

Men áðrenn forboðið kemur í gildi er streymurin av turistum øktur munandi. Og hesin stríði streymurin av turistum sum vilja klíva upp á Uluru, skapar stórar trupulleikar í økinum, skrivar AFP.

Sambært Parks Australia vitjaðu fleiri enn 395.000 fólk nasjonalparkina Uluru-Kata teir tólv mánaðirnar fram til juni 2019. Hetta eru um 20 prosent fleiri enn árið fyri, skrivar VG.

Tann 347 metur høga ásýniliga steinformasjónin er umleið 600 milliónir ára gomul, og er eitt serligt geologiskt fyribrigdi. Formasjónin er gjørd av eini blanding av mineralum sum skifta lit eftir hvar sólin stendur á luftini, og er millum mest vitjaðu turistattraksjónir í Avstralia.

Formasjónin stendur sum ein óvæntað steinsúla í einum annars lívssørum oyðimarkarlendi miðskeiðis í Avstralia.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo