Eitt barn, ein lærari, ein bók, ein blýantur kunnu broyta allan heimin
- Malala Yousafzai
local.fo

News in English

Innlendis ítróttur

Klaksvíkar kommuna: Í dag byrjaðu súkklararnir á Team Rynkeby ferðina til París til frama fyri krabbameinsfelagið, og varaborgarstjórin sendi tey væl avstað.

Sum siðvenja er vorðin, byrjaðu súkklararnir hjá Team Rynkeby ferðina úr Føroyum til París úr túninum við sambýlið á Heygnum í dag.

Stóri stuðulin til gula hópin sást aftur í fjøldini, sum var samankomin at ynskja súkklarunum góða ferð.

Dagstovnarnir áttu aftur í ár sín stóra leiklut, bæði við uppmøting og listaframsýningini, har børnini úr Blákolluni selja málningar til frama fyri Krabbameinsfelagið. Harumframt handaðu børnini í Fjallafípuni einum av súkklarunum, Judit Eliasen ein kekk við peningi, sum tey hava savnað saman fyri at hjálpa Team Rynkeby og serliga Judit, sum arbeiðir í Fjallafípuni.

Í samband við fráferðina bjóðaði Klaksvíkar kommuna til drekkamunn, Jón Mørkøre undirhelt við sangi, umframt at Signhild V. Johannesen, varaborgarstjóri og umboð fyri Krabbameinsfelagið og súkkluliðið bóru fram røður.

Niðanfyri endurgeva vit røðuna hjá Signhild V. Johannesen, varaborgarstjóra:

"Eitt samhaldsfast samfelag, eitt samfelag, har vit lyfta í felag, er tað, vit føroyingar vilja. Tíbetur er okkara samfelag í størstan mun soleiðis samansett, at vit øll eru við til at rinda, soleiðis at tey, ið tørva mest, fáa mest, og tey, ið orka mest, geva mest.

At vit aftur í ár fáa loyvi til at byrja ferðina í Klaksvík saman við tykkum Rynkeby súkklarum, er at fegnast um. At vit saman við tykkum fáa víst okkara borgarum, at tit eru her, vísir okkum samstundis, hvat vit standa upp ímóti, og hvørjar avbjóðingar nøkur av okkum fáa. At mannalagnur uttan varskó verða vendar á høvdið. At vit, sum avvarðandi, standa hjálparleys og bíða. Bíða eftir tíðini, sum er so virðismikil, men sum vit ikki kunnu samla upp á ella leggja inn undir okkum.

Fleiri vit eru, sterkari eru vit. At síggja og kenna hitan av menniskjum, ið vilja stuðla, ger munin, munin til áhaldandi at royna, stríðast og síggja ljósið fyri framman. Takk til hvønn einstakan av tykkum, sum luttaka til hetta tiltakið.

At lyfta í felag er tíbetur ein kendur leikur her hjá okkum. Tær sterkastu herðarnar lyfta tær tyngstu byrðarnar, dámar okkum at eyðmerkja okkara samfelag við. Í dag prógvar guli hópurin, at soleiðis er tað her hjá okkum, her í dag lyfta vit í vónini um at lætta um hjá øðrum, sum tørva tað.

Í einum sangi sum Eyðun Nolsøe eigur orð og lag til, sigur hann soleiðis:

Lat okkum royna í frægasta lag
At fylkjast og mennast hvønn tann einasta dag
So lætta vit skýggjum og birta ta vón
At aftur skal hómast ein vakrari sjón
Har blómurnar grógva og børnini spæla
Úr okkara hjørtum skal kærleikin næla

Allur hópurin, sum nú er klárur at byrja ferðina úr Klaksvík til París, hevur vant og styrkt kroppin. Innstilla sinnið, og tit hava lært hvønn annan at kenna og føla tykkum trygg við at byrja ferðina.

Eingin keta er sterkari enn veikasta liðið. Tit eru hvør sær ein brikkur, sum ger, at heildin heldur saman. Tit eggja hvør øðrum, har brekkan gerst brøtt, taka lógvatak saman, og eingin er fremstur, og eingin er aftastur.

Góða eydnu til tykkum, sum í dag geva tykkum út á hesa ferðina - Rynkeby súkklingina 2017.
Gud fylgi tykkum á leiðini."

Klaksvíkar kommuna ynskir øllum á Team Rynkeby eina góða ferð til París.

Myndir: Dávur Winther

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo