Gud hevur givið okkum tvær hendur: Aðra at geva við og hina at taka ímóti við
- Billy Graham
local.fo

News in English

Innlendis ítróttur

Fleyr hevur gjørt eitt-ára sáttmála við 30 ára gamla Slavisa Tomic úr Bosnia. Slavisa Tomic hevur spælt flogbólt í bestu deildini í Bosnia og í Serbia í fleiri ár og hevur harumframt verið venjari hjá ungdómsliðum í heimbýnum, Zvornic, tvídeildi býurin, ið liggur báðumegin markið millum Bosnia og Serbia.

Slavisa er útbúgvin ítróttarlærari og hevur m.a. arbeitt á flogbóltsskúla.

Komandi kappingarár kemur Slavisa at verða leikandi venjari hjá besta mansliðnum hjá Fleyr og kemur harumframt at venja flestøll dreingjaliðini hjá felagnum.

Fleyr vónar, at útlendski venjarin kann viðvirka til, at fleiri dreingir og menn í høvuðsstaðnum fáa hug at spæla flogbólt, og at besta mansliðið og dreingjaliðini fáa neyðugan styrk. 

Slavisa  kom til Føroyar í gjár og byrjar at venja í komandi viku.

- Vit vóna, at vit øll, bæði sum felag og sum einstaklingar kunnu gera okkara til, at hann kemur at trívast í felagnum og í Føroyum, sigur Doris Bjarkhamar, forkvinna í Fleyr.

Fleyr hevur frammanundan gjørt sáttmála við Kristian Mikkelsen at venja bestu kvinnuliðuni í felagnum.

Fleyr fer um mánaðarskiftið á venjingarlegu á Eiði, og verður hetta umframt venjing eitt samansjóðingartiltak, har allir limir felagsins luttaka.

Fyrsta flogbóltskappingin fyri vaksin er um 4 vikur, tá FK-kapping fyri eldri lið verður í Havn.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo