Um tú ert eitt sindur uttanfyri, uttan at taka skaða av tí, so kann tað blíva tín styrkur
- Pál Weihe
Innlendis ítróttur

Mjølnir skipaði fyri kapping fyri eldri deildir leygardagin 14/1.

Hóast kava og kulda vóru bert fáar frámeldingar, og kappingin gekk væl og skjótt.

Av breki í hitaskipanini var Badmintonhøllin í Klaksvík ísakøll, men lagið á flogbóltspælararum var sera gott, sum myndirnar eisini vísa.

Leiðslan fyri Badmintonhøllina hevur funnið brekið, og lovar, at skipanin skal rigga til komandi vikuskifti, har 127 lið hava teknað seg til Mjølnirkappingina fyri yngru deildir.

Úrslitið av kappingini:

MK: Dráttur, MM: Fleyr, 1.dkv: Mjølnir, 1dm: SÍ, 2.dkv: Mjølnir motión

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo