Ja og nei eru tvey lítil orð. Men aftanfyri tey liggja oftani stórar avgerðir
- Mette Fritzbøger
Tónleikur

Fljóð Ljóð fer at syngja: "Nú rennur sólin fríð", ið er gamalt føroyskt sálmalag. Útsetingina hevur Kári Bæk gjørt. Og "Steinstólpan" sum hevur lag smíðað av Ólavi Jøkladal.

Eisini syngur kórið "Surely goodness" eftir Svein Møller og "Nobilis, hvmilis", ið er Sankta Magnus-hymna úr 12. øld.

Floyta og gittari vera eisini við á konsertini, og sagt verður, at Ólavskirkjan hevur góðan ljómburð og hóskar seg sera væl til júst hetta slagið av konsert.

Tað eru Súsanna Joensen á floytu og Ólavur Jakobsen á gittara, ið saman við kvinnukórinum “Fljóð ljóð” framføra. Leiðari hjá kórinum er Ólavur Jøkladal. Súsanna Joensen og Ólavur Jakobsen hava valt at spæla tónleik eftir Haendel, Fauré, Piazzolla og Schubert á floytu og gittara.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo